Mvg-afturbering kann hava við sær, at prísurin at byggja hækkar

Mvg-afturbering kann hava við sær, at prísurin at byggja hækkar
Meirilutin í fíggjarnevndini sigur, uppskotið hjá Fólkaflokkinum kann ikki standa einsamalt, men neyðugt er við einum bústaðarpakka við lógaruppskotum
Fólkaflokkurin sigur, at mvg-afturberingin verður goldin alt fyri eitt. (Savnsmynd)
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.12.2024 - 09:20

Meirilutin í fíggjarnevndini, allir flokkar uttan Fólkaflokkurin, tekur ikki undir við uppskoti Fólkafloksins um mvg-afturbering fyri bústaðabygging.

Meirilutin heldur, at eitt slíkt uppskot kann ikki standa einsamalt.

Sambært uppskotinum skulu tey, sum byggja, sleppa undan meirvirðisgjaldi í staðin fyri at fáa rentustuðul.

Meirilutin sigur, at fíggjarnevndin fekk at vita, tá hon viðgjørdi málið, at uppskotið kann gera, at stóra trotið á býlum og handverkarum kann føra við sær, at prísurin at byggja hækkar. 

Vansin er, at dýrari tilfar og arbeiðsløn kann úthola mvg-afturberingina, sigur meirilutin. 

 

Abjóðingin meira samansett

Samanumtikið heldur meirilutin, at avbjóðingin á bústaðamarknaðinum er nógv meiri samansett.

Tí verður neyðugt at koma við einum bústaðarpakka við nøkrum lógaruppskotum.

Einstøk uppskot loysa ikki avbjóðingarnar og kunnu tí ikki standa einsamøll, sigur meirilutin í fíggjarnevndini.

Fólkaflokkurin sigur, at afturberingin verður goldin alt fyri eitt.

Rentustuðulin verður goldin yvir 30 ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337