Arbeiða framvegis við aldursmarki á sosialar miðlar hóast ES fótongul

Arbeiða framvegis við aldursmarki á sosialar miðlar hóast ES fótongul
- Arbeiðið í Føroyum at verja børn og ung móti sosialum miðlum heldur fram, tað sigur løgmaður Beinir Johannesen, hóast boðini frá ES-nevndini
Norðurlondini løgdu týsdagin fram felags yvirlýsing um at verja børn og ung móti sosialum miðlum
Mynd: Mathias Dimon Næs  
 
31.10.2026 - 19:54

- Arbeiðið í Føroyum at verja børn og ung móti sosialum miðlum heldur fram, tað sigur løgmaður Beinir Johannesen, hóast boðini frá ES-nevndini.  

 

Týsdagin komu stjórnarleiðarirnir úr norðurlondum við eini felags yvirlýsing, har tey lovaðu millum annað at arbeiða fyri at seta aldursmark á sosialar miðlar og fáa fartelefonir út úr skúlunum. Men tað samstarvið fekk eitt skot fyri bógvin, tá ES-nevndin segði, at ES ikki fer at góðkenna nýggjar lógir hjá einstøkum ES-londum, sum avmarka sosialar miðlar, í øllum førum ikki hesar komandi 12 mánaðarnar.

 

Danmark, Svørríki og Finnland eru øll í ES og mugu bíða eftir felags ES-lóggávu á økinum. Og hon kemur helst ikki fyrr enn í 2029, sigur ein av donsku limunum í Evropa-tinginum, Christel Schaldemose við DR.

 

Í Føroyum skal ein arbeiðsbólkur koma við tilmælum um, hvussu mann kann verja børn og ung móti tøknirisunum. Tey tilmælini til politisku skipanina koma eftir ætlan í byrjanini av 2027 og tá kann samgongan hyggja nærri at, hvussu farast skal fram, sigur løgmaður. 

 

Hóast tilmæli koma í byrjanini av 2027, so ber illa til hjá løgmanni siga, nær hann væntar, at tað ber á mál at seta aldursmark á sosialar miðlar. 

 

Hann sigur eisini, at Mentamálaráðið arbeiðir við at gera reglurnar um fartelefonir í skúlum greiðari. - Tað fara tit at hoyra meira um í næstum, sigur hann. 

 

Hoyr innslagið í útvarpstíðindunum her

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688