Landskassin fær 30 milliónir minni enn væntað næsta ár

Landskassin fær 30 milliónir minni enn væntað næsta ár
Fíggjarnevndin hevur fingið dagførdar inntøkumetingar frá Fíggjarmálaráðnum
Landsskatturin verður tann sami sum mett, men inntøkurnar frá meirvirðisgjaldi verða 15 milliónir minni enn á fíggjarlógaruppskotinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.12.2024 - 15:41

Fíggjarmálaráðið væntar, at inntøkurnar hjá landskassanum næsta ár vera 30 milliónir kr. minni, enn roknað var við í fíggjarlógaruppskotinum, sum var lagt fram í heyst.

Fíggjarnevndin, sum viðger fíggjarlógaruppskotið,  hevur fingið dagførda inntøkumeting frá Fíggjarmálaráðnum. 

Roknað verður við, at landsskattturin verður tann sami, sum mett er í fíggjarlógaruppskotinum, tvær milliardir og 140 milliónir, men inntøkurnar frá meirvirðisgjaldið vera 15 milliónir minni enn mett í fíggjarlógaruppskotinum, ella tvær milliardir og 180 milliónir kr.

 

 

Kapitalvinningsskatturin verður eisini 15 milliónir minni enn mett, og inntøkurnar frá brennioljugjaldi vera 10 milliónir minni enn mett í fíggjarlógaruppskotinum. 

Tilfeingisinntøkurnar vera sjey milliónir minni enn  í uppskotinum um fíggjarlóg.

Hinvegin verður roknað við, at inntøkurnar frá útluting úr partafeløgum og grunnum verða 27 milliónir kr. størri enn mett í fíggjarlógaruppskotinum. 

Les skrivið frá Fíggjarmálaráðnum um inntøkumetingina her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744