Á Breddanum: Exit Føroyar spøkir aftur

Á Breddanum: Exit Føroyar spøkir aftur
Í sendingini verður spurt, um avbjóðingarnar eru tær somu sum í 2013, og hvat meira kann gerast fyri at venda gongdini
Hesi trý vera í Breddanum fyrrapartin, har ljós verður varpað á støðuna við fólkafráflytingini. Frá vinstru Erika Hayfield, Martin Zachariasen og Niels Winther.
 
06.12.2024 - 09:16

Exit Føroyar spøkir aftur, og spurningurin er, um støðan í dag er líka álvarslig, sum hon var í 2013.

11 ár eru liðin,  síðani fyrsta heildarætlanin um fólkafráflyting sá dagsins ljós.

Nú haldi summi av teimum, sum vóru við til at gera heildarætlanina, at stundin er komin at gera ein nýggja ætlan.

Í Breddanum í dag hitta vit umboð fyri Fróðskaparsetrið og summi teirra, ið vóru við til at gera heildarætlanina í 2013. 

Vit spyrja, um avbjóðingarnar framvegis eru tær somu, og hvat meira kann gerast fyri at venda gongdini. 

Martin Zacharisen, rektari á Fróðskaparsetrinum,  Erika Hayfield, Ph.d. í samfelagsvísindum, og Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, eru í útvarpsstovuni.

Breddin í útvarpinum klokkan 10 og á kvf.fo 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776