- Tíðindi, mentan og ítróttur
al-Assad fingið friðskjól í Russlandi
Frákoyrdi sýriski forsetin, Bashar al Assad, hevur saman við familju síni fingið friðskjól í Russlandi.
Tað váttar russiska sendifólkið, Michail Uljanov.
Sunnunáttina fall stýrið hjá Assad í Sýria, tá ið uppreistrardeildir tóku valdið á m.a. høvuðsstaðnum Damaskus.
- Assad-familjan er í Moskva. Russland svíkir ikki sínar vinir í ringari støðu. Tað er munurin á Russlandi og USA, skrivar Michail Uljanov á miðlinum X.
Uljanov er fasta sendifólkið hjá Russlandi í eysturríkska høvuðsstaðnum Wien.
ST-trygdarráðið hevur kallað inn til fund í kvøld um støðuna í Sýria.
Tað siga diplomatiskar keldur við tíðindastovuna AFP, skrivar Ritzau.
Sambært AFP hevur Russlandi biðið um fundin.
(Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)
Vil hava Assad fyri ICC
Kanada vil hava frákoyrda Assad, forseta, fyri altjóða dómstólin í Haag, ICC.
Tað sigur kanadiski uttanríkisráðharrin Melanie Joy.
- Vit tvíhalda framvegis um at draga stýrið hjá Assad fyri altjóða dómstólin fyri píning og andstyggiliga, ómenniskjaliga og niðrandi viðferð av sýriska fólkinum, sigur hon í skrivligari frágreiðing.
Longu í juni í fjør fór Kanada saman við Hollandi undir at fyrireika rættarmál í ICC móti Assad-stýrinum fyri atgerðir undir sýriska borgarakrígnum.
(Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)
Ógreitt hvat hendir
Tað er ógreitt, hvat nú fer at henda í Sýria, men sýriski forsætisráðharrin Mohammed al-Jalali hevur mælt til friðarligt valdsskifti.
Hann sigur eisini, at hann er til reiðar at samstarva við leiðararnar, sum sýriska fólkið velur.
Í ST-trygdarráðnum eru 15 limalond, og av teimum eru fimm fastir limir.
Russland og USA er tvey av teimum, og tey hava eisini sýtingarrætt til uppskot í ráðnum.
USA lopið á IS-støðir
Amerikanska deildir hava framt 75 álop á IS-støðir í Sýria, sigur amerikanska høvuðsstøðin Centcom við Reuters.
- Vit vilja ikki geva IS fyrimun av støðuni, sum er íkomin í Sýria, sigur Centcom í fráboðan.