Heimsmeistaraheitini í fótbólti til Saudiarabia

Heimsmeistaraheitini í fótbólti til Saudiarabia
Seinnapartin í gjár varð staðfest, at HM í fótbólti í 2034 sum væntað verður í Saudi Arabia - helst um veturin. Millum annað Amnesty finst hvassliga at avgerðini hjá FIFA
FIFA-forsetin, Gianni Infantino, heldur røðu umvegis net og stórskíggja á online-ráðstevnu
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
12.12.2024 - 09:43

Nú er staðfest, at heimsmeistaraheitini í fótbólti vera í Saudiarabia í 2034.

Hetta hendi á eini online ráðstevnu hjá altjóða fótbóltssambandinum, FIFA, seinnapartin mikudagin. Samstundis er greitt, at Marokko, Spania og Portugal vera vertslond í 2030, tá Uruguay, Paraguay og Argentina eisini skulu hýsa hvør sínum dysti í samband við at tað vera 100 ár síðan fyrstu heimsmeistaraheitini í Uruguay.

Endaspælið í Saudiarabia verður helst um veturin, har 48 lond skulu spæla á 15 leikvøllum í fimm vertsbýum.

 

Fyri hvøssum atfinningum

Amnesty International og aðrir áhugabólkar finnast hvassliga at avgerðini hjá FIFA, sum "fer at seta nógv menniskjalív í vanda", serliga í samband við innflutta arbeiðsmegi úr millum annað afrikanskum londum. Yvirhøvur verða stór spurnartekin sett við mannarættindini í ríka oljulandinum. 


Forsetin í norska fótbóltssambandinum, Lise Klaveness, tekur ikki undir við, at Saudiarabia hevur fingið HM-endaspælið uttan atkvøðugreiðslu. MYND: Erik Flaaris Johansen/NTB/Ritzau Scanpix 

Sjálvur útlutanarhátturin hevur eisini verið fyri atfinningum. Eingin atkvøðugreiðsla var, og forsetin í norska fótbóltssambandinum, Lise Klaveness, sigur, at hátturin er ímóti reglunum hjá FIFA.

 - NFF kann ikki taka undir við eini slíkari tilgongd, sum ikki samsvarar við eina góða, gjøgnumskygda og reglustýrda skipan, segði NFF-forsetin sambært ritzau.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. juli
Oyggjar undir trýst - 3. partur
210483
Mánadag 20. juli
Poppverturin 8
208462
Mánadag 20. juli
HM-tíðindi 20. juli 2026
211136
Mánadag 20. juli
RagnarRokk: James McBain um Coronach
209143
Mánadag 20. juli
Morgunlestur mánadagur
211130
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096