Eingin sjónleikur á bryggjuni

Eingin sjónleikur á bryggjuni
Tjóðleikhúsið verður kortini ikki bygt á Eystaru bryggju í Havn
Her verður einki tjóðleikhús kortini.
 
13.12.2024 - 06:02

Tjóðleikhúsið verður kortini ikki bygt á Eystaru bryggju í Havn.

Tað samtykti Tórshavnar býráð í gjár.

Býráðið samtykti eitt uppskot frá Kára Johansen um at finna aðra staðseting enn Eystara havnarøki.

Sjey býraðslimir atkvøddu fyri.

Teir eru Anfinn Brekkstein, Tróndur Sigurðsson, Kári Johansen, Súna Mørk, Bjørg Dam, Súsanna Olsen og Birgir Nielsen.

Eitt uppskot frá Elsu Berg um at beina málið aftur í nevnd fall. 

Eitt uppskot frá Kára Johansen 3. juli í ár um at finna aðra staðseting enn Tórshavnar havn og at heita á myndugleikan um at finna aðra staðseting í Tórshavnar kommunu fall. 

Býráðið samtykti einmælt 24. februar 2022, at Tjóðleikhús kundi byggjast á Eystaru bryggju.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203