Fara nú eftir lønarlyfti

Fara nú eftir lønarlyfti
Næst á skránni hjá Maskinmeistarafelagnum í lønarsamráðingunum er lønarlyft
Maskinmeistarafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið tóku í gjár av semingsuppskotinum um meistararnar hjá SEV og IRF.
 
13.12.2024 - 06:23

Næst á skránni hjá Maskinmeistarafelagnum í lønarsamráðingunum er lønarlyft.

Felagið sigur, at eitt protokollat, eitt ískoyti, er í semjuni við Kommunala arbeiðsgevarafelagið, sum var gjørd í gjár, um, at partarnir fyri 1. oktober næsta ár skulu endurskoða lønarflokkingarnar og flokkingingina av leiðandi størvunum.

Maskinmeistarafelagið hevur leingi viljað havt lønarlyft, so føroysku maskinmeistaralønirnar um ikki annað kunnu nærkast lønarlagnum í londunum rundan um okkum.

Ikki minst, tá hugsað verður um, at kappingin um maskinmeistararnar er á einum altjóða arbeiðsmarknaði, sigur Maskinmeistarafelagið.

Lønarlyftið var ikki tikið við hesaferð, tí felagið raðfesti arbeiðstíðsreglurnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025