Ókeypis sálarfrøði til børn hevur ikki undirtøku í trivnaðarnevndini

Ókeypis sálarfrøði til børn hevur ikki undirtøku í trivnaðarnevndini
Nevndin vísir á royndarverkætlan í Vágum og sigur, at eru úrslitini góð, kann hetta verða gjørt í øllum landinum eftir royndartíðina
Miðflokkurin hevur skotið upp, at børn til og við 14 ár skulu fáa ókeypis sálarfrøði, men trivnaðarnevndin tekur ikki undir við uppskotinum.
 
13.12.2024 - 09:38

Uppskotið til samytyktar hjá Miðflokkinum um ókeypis sálarfrøði til børn til og við 14 ár eigur ongan góðan í trivnaðarnevndini hjá løgtinginum.

Nú fáa fólk millum 15 og 25 ár, sum hava angist ella lætt til moderat tunglyndi, ókeypis sálarfrøði.

Heilsutrygd rindar fult gjald upp til 12 viðgerðir. 

Hetta skal eisini vera galdandi fyri tey, sum eru 14 ár ella yngri, heldur Miðflokkurin.

Men tað halda hinir flokkarnir ikki.

 

Miðflokkamenninir Steffan Klein Poulsen og Jenis av Rana. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Tey flestu mæla frá

Nevndin sigur, at tey flestu, sum eru hoyrd, mæla frá at geva børnum viðgerð einsamøll. 

Er neyðugt við viðgerð, eigur hon at vera givin barninum saman við foreldrunum, sigur nevndin. 

Hon nevnir eina royndarverkætlan í Vágum, sum Undirvísingarstýrið og kommunurnar í Vágum gera.

Í verkætlanini eru allir partar, skúlar, ansingarstovnar, heilsufrøðingar og so framvegis í einum átaki at kunna um, hvussu sálarligar avbjóðingar kunnu síggjast og handfarast.  

Eru úrslitini góð, kann hetta verða gjørt í øllum landinum eftir royndartíðina, heldur nevndin.

Trivnaðarnevndin mælir til, at landsstýrið hevur eitt vakið eyga á hesum øki, og har tað ber til at gera neyðug átøk. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Sunnudag 23. august
Guðstænasta í Christianskirjuni
212151
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985