Grønlendingar vilja aftur í ES

Grønlendingar vilja aftur í ES
Grønland fór úr ES í 1985, men meiningakanning vísir nú ein broyttan hugburð
 
14.12.2024 - 11:02

60 prosent av grønlendingum vilja fegnir hava Grønland at gerast partur av ES aftur.

Tað vísir ein meiningakanning, sum depilin fyri uttanríkis- og trygdarpolitikk á grønlendska universitetinum hevur gjørt, sambært grønlendska kringvarpinum KNR.

702 fólk vóru við í kanningini.

Hetta er ein vend, tí í eini líknandi kanning í 2021 søgdu 60 prosent av teimum spurdu seg vera ímóti, at Grønland aftur gjørdist limur í ES.

Rasmus Leander Nielsen, leiðari á grønlendska universitetinum, sigur við KNR, at stóra undirtøkan fyri ES kann hava okkurt at gera við, at ein nýggj ES-skrivstovan er latin upp, og ES-nevndarforkvinnan Ursula von der Leyen var sjálv í Nuuk og vitjaði.

Fyri skjótt 40 árum síðan, í 1985, bleiv Grønland fyrsta landið, sum tók seg úr ES, ella EEC, sum tað æt tá.

Tað var eftir eina vegleiðandi fólkaatkvøðu í 1982, har 53 prosent av teimum spurdu søgdu, at Grønland ikki skuldi vera limur longur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974