Velja nevndir í Sørvági

Velja nevndir í Sørvági
Seinnapartin mikudagin, klokkan 17, fer nýggja bygdaráðið í Sørvági at hava fund, har tær ymsu nevndirnar skulu veljast.
Nýggja bygdaráðið í Sørvági, sum tekur við á nýggjárinum
Mynd: Sørvágs kommuna  
 
15.12.2024 - 17:22

Bygdaráðið, sum tekur við á nýggjárinum, skipaði seg fyri einum lítlum mánaði síðani við Eyð Ellingsgaard sum borgarstjóra og Jón Joensen sum varaborgarstjóra.

Nú skulu so tær føstu nevndirnar mannast, og tað er tað, fundurin mikudagin snýr seg um.

Føstu nevndirnar í Sørvágs bygdaráð eru fíggjarnevndin, tekniska nevnd, havnanevndin, trivnaðarnevndin og vinnunevndin.

Harumframt eru eisini aðrar nevndir, umframt at bygdaráðið er umboðað í øðrum nevndum, og teir sessirnir skulu eisini mannast.

Eitt nú skulu umboð fyri kommununa veljast til bæði SEV og IRF.

Tey, ið manna komandi bygdaráðið í Sørvági, eru Eyð Ellingsgaard, Jón Joensen, Helena Heðinsdóttir Guttesen, Tóki Joensen, Hans Kári Hansen, Elias Davidsen og Hugin Skaalum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751