Norðmenn blanda seg upp í skattavirðurskiftini hjá føroyingum

Norðmenn blanda seg upp í skattavirðurskiftini hjá føroyingum
Fimm feløg í norsku sjóvinnuni hava lagt seg út í stríðið um skattin hjá teimum føroyingum, sum eru við norskum fiskiskipum
Tilvildarlig savnsmynd
 
16.12.2024 - 09:06

Spurningurin um skattavirðurskiftini hjá føroyingum, sum eru við norskum skipum, er eisini nakað, sum feløg í norsku sjóvinnuni hava eina meining um. 

Fimm feløg í norsku sjóvinnuni hava nú lagt seg út í stríðið um skattin hjá teimum føroyingum, sum eru við norskum fiskiskipum.

Tey hava skrivað til føroyska fíggjarmálaráðið og til norska fíggjarmálaráðið og vinnumálaráðið.

Tey hava biðið norskar myndugleikar kanna, um føroyski skatturin er brot á norðurlendsku skattaavtaluna.

Feløgini siga, at tað kann gerast minni lokkandi hjá føroyingum at sigla við norskum skipum.

Hetta vísir Magnus Skaale, formaður í Áhugafelagnum Antares, á í opnum brævi til løgtingini. Brævið kann lesast her. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334