ES herðir eftirlit

ES herðir eftirlit
Kaja Kallas, uttanríkisstjóri í ES, segði í gjár, at ES fer at herða eftirlitið við kaðalsambandi í sjónum
Kaja Kallas.
 
27.12.2024 - 09:15


Meira skal gerast fyri at steðga sabotasju.

Tað vil ES, nú tangaskipið Eagle S, ið er skrásett á Cook-oyggjunum, varð afturhildið í sambandi við kaðalslitið á Estlink 2-kaðalinum millum Finland og Estland.

Kaja Kallas, uttanríkisstjóri í ES, segði í gjár, at ES fer at herða eftirlitið við kaðalsambandi undir sjónum.

Hon skrivar á X, at tað millum annað merkir, at meira skal gerast við vitanardeiling, tøkni innan sporan, førleikar at umvæla undir vatni og altjóða samstarv. 

Politiið í Finnlandi verður róst fyri at hava tikið skjótar avgerðir og afturhildið Egel S.

Eagle S

Tað var í gjár, at finskir miðlar skrivaðu, at finska løgreglan hevði eyguni eftir einum útlendskum farmaskipi, ið møguliga kundi hava nakað við kaðalslitið at gera. Og um middagsleitið fóru finsku myndugleikarnir umborð á Eagle S. og tóku ræði á skipinum. 

Sambært myndugleikunum hekk akkerið á Eagle S ikki sum tað skuldi, og tí fingu finsku myndugleikarnir illgruna til skipið.

Kaðalslitið á Estlink 2 verður tikið í øgiliga stórum álvara í Finlandi, har myndugleikarnir nú kanna málið sum grova sabotasju. Havbotnurin verður eisini kannaður, sigur Robin Lardot, sum er stjóri í nasjonala granskingarráðnum í Finlandi við YLE. 

Síðstu mánaðirnar hava fleri kaðalslit verið.

Claus Leth Bak, professari á Aalborg universiteti, sum millum annað granskar í at leggja kaðalar, sigur við DR, at tað kann fáa sera stóra ávirkan, um nakrir av kaðalunu, sum liggja á havsins botni fáa skaða. 

- Tað er neyðugt at vera tilvitað um støðuna og at fáa bæði herin og onnur at verja týðandi undirstøðukervi í havinum, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423