Hækkar 100 prosent afturvirkandi

Hækkar 100 prosent afturvirkandi
Tað fer at kosta dupult so nógv at bíða eftir grundstykki í Klaksvíkar kommunu
Nú kostar tað dupult so nógv at biða eftir grundstykki í Klaksvík.
 
27.12.2024 - 07:05

Tað fer at kosta dupult so nógv at bíða eftir grundstykki í Klaksvíkar kommunu.

Tað hevur higartil kostað 2.500 kr. at vera á bíðilistanum.

Tað gjaldið hækkar upp í 5.000 kr. og tað er við afturvirkandi gildi.

Tað er, at tey, sum longu eru á listanum, skylda kommununi 2.500 kr., vilja tey varðveita plássið á listanum.

Reglugerðin fyri grundstykkjalistan er eisini dagførd.

Millum annað er orðið fastogn komið í hana.

Nú er eingin ivi um, at talan er um alla fastogn, sum fólk kunnu hava sum fastan bústað. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970