12 kommunur hava fingið nýggjan borgarstjóra

12 kommunur hava fingið nýggjan borgarstjóra
Av teimum 29 borgarstjórunum eru 22 menn og sjey kvinnur
Elsa Berg er nýggjur borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.01.2025 - 14:28

12 av teimum 29 kommununum fingu nýggjan borgarstjóra 1. januar. 

Í sjey kommunum stillaðu sitandi borgarstjórar ikki upp aftur. Tað var í Hvannasundi, Kunoy, á Sandi, í Húsavík, Skopun, Skúvoy og Vestmanna.

Í fýra kommunum var víst á annan borgarstjóra enn tann, sum sat. Tað var í Tórshavnar, Sunda, Sjóvar og Fugloyar kommunu. 

Á Eiði fall borgarstjórin valkvøldið.

 

Fýra eru nýggj í politikki

Av teimum nýggju borgarstjórunum eru tað fýra, sum eisini eru nýggj í kommunupolitikki. Tey eru Karl Vilhelm Hansen í Hvannasundi, Ólavur F. Nybo í Kunoy, Anna Paulina Leo Olsen í Húsavík og Jóanis í Hoygarðinum í Skúvoy. 

Borgarstjórin í Eiðis kommunu, Jógvan í Skorini, er einasti av teimum nýggju borgarstjórunum, sum áður hevur røkt borgarstjórastarvið. Hann var borgarstjóri á Eiði frá 2013 til 2020.

Av teimum 29 borgarstjórunum eru 22 menn og sjey kvinnur - tvær kvinnur fleiri enn fyri fýra árum síðani.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158