Framleiðslukostnaðurin í alivinnuni lækkar

Framleiðslukostnaðurin í alivinnuni lækkar
Kostnaðurin verður nú roknaður eftir nýggjum leisti, og søla og flutningur eru nú tikin burturúr
Framleiðslukostnaðurin í alivinnuni er broyttur í nýggju lógini um tøkugjaldsstiga og serskatt á alivinnuna. (Savnsmynd)
 
02.01.2025 - 09:57

Miðal framleiðslukostnaðurin í alivinnuni er 44,77 krónur fyri kilo í ár.

Tað hevur Uttanríkis- og vinnumálaráðið kunngjørt.

Framleiðslukostnaður er rávørur og hjálpartilfar, goymslubroytingar, aðrir uttanhýsis kostnaðir og starvsfólkakostnaður.

 

Nýggjur leistur

Fra 1. januar í 2025 skal framleiðslukostnaðurin roknast eftir einum nýggjum leisti. Eitt nú var søla og flutningur partur av framleiðslukostnaðinum, til 1. januar 2025. 

Hetta var broytt í nýggju lógini um tøkugjald við lægri tøkgugjaldsstiga og einum serskatti á alivinnuna.

Frá 1. oktober til 31. desember í fjør var miðal framleiðslukostnaðurin 51 krónur og 71 oyru.

Hann var 52 krónur og 37 oyru frá 1. apríl til 1. oktober.

 

Ásetir tøkugjaldið

Framleiðslukostnaðurin verður brúktur til at áseta tøkugjaldið hjá alivinnuni 

Framleiðslukostnaðurin skal takast av miðal altjóða laksaprísinum, áðrenn tøkugjaldið verður sett. 


 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329