Fólkatingskvinna: Grønland skal vera statur

Fólkatingskvinna: Grønland skal vera statur
Grønlendski staturin skal hava samstarv við Danmark, ES, Nato, Norðurlond og nógv onnur, sigur Aki-Matilda Høegh Dam
Aki Matilda Høegh Dam leggur tó dent á, at Grønland skal ikki gerast partur av USA, men ein sjálvstøðugur statur við suvereniteti.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
13.01.2025 - 08:13

Grønlendski fólkatingslimurin Aki-Matilda Høegh Dam mælir nú til at gera Grønland til ein stat. 

Hon sigur seg vera til reiðar og spyr, um landsstýrið eisini er tað.

Hon sigur, at tá tað bar til í seinna heimsbardaga, so ber tað eisini til í dag. 

Týskarar hersettu Danmark undir krígnum. Men USA var í Grønlandi.  

 

Mentu tætt samstarv

Grønland og USA mentu eitt tætt samstarv, uttan at Danmark var við, sigur Aki-Matilda Høegh Dam.

- USA vardi Grønland undir krígnum, sigur hon.

Og Danmark hevði ikki Grønland í hafti sum fyri kríggið.

Aki-Matilda Høegh Dam leggur tó dent á, at Grønland skal ikki gerast partur av USA, men ein sjálvstøðugur statur við suvereniteti.

Grønlendski staturin skal hava samstarv við Danmark, ES, Nato, Norðurlond og nógv onnur, sigur Aki-Matilda Høegh Dam á Facebook.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852