Innflutningurin minkaði hálvaðru milliard

Innflutningurin minkaði hálvaðru milliard
Oljan er vorðin bíligari, og minni brennievni verður eisini innflutt nú
Tað sæst aftur í innflutningtølunum, at oljan og bensinið er vorðin bíligari. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
16.01.2025 - 08:40

Innflutningurin er eins og útflutningurin minkaður.

Og hann er minkaður nakað væl meira enn utflutningurin. 

Innflutt var fyri 10,2 milliardir krónur frá desember 2023 til november 2024. 

Tað eru hálv onnur milliard krónur, ella 13 prosent, minni enn undanfarna skeið, skrivar Hagstovan.

 

Bíligari olja

Millum annað sæst væl í innflutningstølunum, at oljan er vorðin bíligari.

Innflutningsvirðið á brennievni minkaði 300 milliónir krónur.

Ikki bara prísurin er orsøkin, eisini verður minni innflutt.

Innflutningstølini vísa, at akfør brúka minni bensin og diesel. 

Eisini verður minni innflutt til upphiting og til skip. 

 

Innflutningur úr ES

Innflutningurin úr ES er nú aftur tann sami sum fyri 2022. 

Árini 2022 og 2023 var innflutningurin úr ES millum 500 og 600 milliónir krónur um mánaðin. 

Innflutningurin úr londum í Evropa, sum ikki eru í ES, er farin úr 100 milliónum krónum um mánaðin upp í 150 og 200 milliónir krónur um mánaðin. 

Innflutningurin úr Asia hevur verið tann sami nógvu seinastu árini, skrivar Hagstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053