Barnaráðstevna skal geva íblástur til barnalóg

Barnaráðstevna skal geva íblástur til barnalóg
Sambært altjóða barnarættindasáttmálanum hjá ST, sum Føroyar hava tikið undir við, hava børn rætt til at koma til orðanna og frítt at greiða frá sínum sjónarmiðum 
Skúlanæmingar koma við íblástri á barnaráðstevnuni.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
21.01.2025 - 14:29

Barnaráðstevna er í Norðurlandahúsinum í hesum døgum.

Endamálið við tiltakinum er, at øll børn og ung í Føroyum fáa møguleika at koma við sínum íkasti til barnalóg fyri Føroyar, og at næmingaráðini verða styrkt, so tey eru ein sterk rødd í fólkaræðinum hjá øllum næmingum.

Sambært altjóða barnarættindasáttmálanum hjá ST, sum Føroyar hava tikið undir við, hava børn rætt til at koma til orðanna og frítt at greiða frá sínum sjónarmiðum. 

 

Steinbjørn Hardlei, verkætlanarleiðari. (Mynd: Bárður Lydersen)

 

Næmingarnir eru á trimum verkstovum, har tey koma við sínum íkasti. Á verkstovuni, sum eitur "stovnur og skúli" var millum annað klædnapolitikkur og telefonpolitikkur umrøddur, og eitt nú, hvør skal avgera, hvussu ein telefonpolitikkur skal vera fyri ein skúlaflokk.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

21012025_Barnaradstevna

 

 

Myndir: Bárður Lydersen

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672