SEV týðandi leiklut at verja landið fyri útlendskum hóttanum

SEV týðandi leiklut at verja landið fyri útlendskum hóttanum
Føroyska streymveitingin er í eini serstøðu, tí tað er eitt av teimum fáu økjunum, har Føroyar eru sjálvbjargnar
SEV-verkið á Sundi. Allur streymurin, sum føroyingar brúka, verður framleiddur í Føroyum.
 
23.01.2025 - 18:00

Samstundis sum streymnýtslan í Føroyum er vaksin nógv seinastu árini, hevur SEV arbeitt við at styrkja sítt mótstøðuføri móti hóttanum uttaneftir.

Neyvan geva geva øll sær far um, at SEV eisini hevur ein týðandi leiklut í føroysku tilbúgvingini og at verja Føroyar fyri útlendskum hóttanum og vandum.

Tað kom fram á trygdarráðstevnuni, sum Løgmálaráðið og Fróðskaparsetrið skipaðu fyri í Kongshøll í Havn í dag, har Nikolas Olsen, KT-trygdarleiðari hjá SEV, var ein av teimum, sum greiddu frá. 

Føroyska streymveitingin er í eini serstøðu við tað, at tað er eitt av teimum fáu økjunum, har Føroyar eru sjálvbjargnar. Allur streymurin, sum føroyingar brúka, verður framleiddur í Føroyum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

23012025_SEV_og_tilbugving

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Hjalgrim Fonsdal Højgaard
215339