Løgmaður vil hava tjóðarsemju í juni

Løgmaður vil hava tjóðarsemju í juni
Einar sjálvstøðugar Føroyar, við einum slag av samveldissáttmála og tøttum samstarvi við Danmark á fleiri økjum, tykist liggja í kortunum
Breiða semjan tóktist longu vera nær á fundinum hjá Sambandsflokkinum í gjárkvøldið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.01.2025 - 11:54

Flokkarnir eru samdari enn nakrantíð áður, og samrøður hava verið millum Aksel V. Johannesen, løgmann, og Mette Fredriksen, forsætisráðharra, í rættiliga drúgva tíð.

Í dag fara allir politisku flokkarnir á fund við løgmann við tí endamáli at vita, um tað ber til at finna eina breiða, politiska tjóðarsemju um ríkisrættarligu støðuna. Og semjan tykist vera nærri, enn hon nakrantíð áður hevur verið. Tað kom greitt fram á kjakfundi, sum Sambandsflokkurin skipaði fyri í gjárkvøldið.

Allir flokkarnir vilja, at Føroyar skulu vera eitt sjálvstøðugt land, sum síðani ger greiðar linjur fyri, hvat samstarvað verður við Danmark um.

 

 

Rennur saman millum Tjóðveldi og Samband

Á fundinum hjá Sambandsflokkinum gjørdu bæði Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, og Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi, greitt, at tey væl kunnu ímynda sær, at báðir flokkar førka seg so mikið, at til ber at koma til eina semju.

Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum, segði eisini, at hann hevur góðar vónir um, at semjan fæst í lag, og at høvið nú tykist vera tað rætta at finna eina semju í Føroyum. Tí, sum heimurin sær út nú, er neyðugt, at vit finna eina aðra skipan. Um vit ikki finna eina aðra skipan, so renna vit okkum føst, og vandi er fyri óneyðuga stórum ósemjum millum londini, var boðskapurin.


Ríkisfundur í juni

Fundurin hjá løgmanni er klokkan hálvgum trý seinnapartin í dag. Og hann ætlar sær at arbeiða skjótt, tí á fundinum hjá Sambandsflokkinum í gjárkvøldið segði hann, at hann ætlar, at semjan skal vera klár at leggja fyri danir á ríkisfundinum, sum verður í Føroyum í juni.

Forfólkini í hinum flokkunum tóku undir við, at málið hevur skund, og tey vænta eisini, at tað ber til at finna semjuna.

Sambandsflokkurin vil hava, at tað greitt skal staðfestast við lóg, at Føroyar kunnu velja at fara heilt úr ríkinum, og tað skal vera føroyska fólkið einans, ið eigur hesa avgerðina.

Hetta er nakað, sum líkist nógv tí, sum Tjóðveldi førdi fram um aldarskiftið. 

 


 

Blokkurin ongin trupulleiki

Aksel V. Johannesen segði seg í gjár vera rættiliga vísan í, at Føroyar - um vit vilja tað - sleppa at varðveita blokkstuðulin. Hetta grundgav hann við støðuni í Grønlandi, har USA sigur seg vera til reiðar at fíggja, um Danmark ikki ger tað.

"Tað er mín greiða fatan, at um vit vilja tað, so fer Danmark framhaldandi at rinda blokk til Føroya", sigur løgmaður.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, vísti eisini á, at tað er ikki neyðugt, at viðurskiftini í Føroyum broytast so nógv, hóast ríkisrættarliga støðan verður broytt. Tað ber væl til, at til dømis løgregla og dómstólar framhaldandi vera rikin av dønum, eins og nú, vísti hann á.

  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519