- Tíðindi, mentan og ítróttur
500 fólk í vanda fyri at fáa diabetes 2
500 fólk í vanda fyri at fáa diabetes 2
Higartil hava 8.000 fólk latið seg kannað

Av teimum 8.000, sum eru kannað, eru 57 prosent kvinnur og 43 prosent menn.
24.09.2026 - 14:45
500 fólk, sum hava latið seg kannað fyri diabetes 2, eru í vanda fyri at fáa sukursjúku.
Tað upplýsa tey, sum standa fyri granskingarverkætlanini, ið hevur til endamáls at finna øll í Føroyum, 40 ár og eldri, sum hava sjúkuna.
Higartil hava 8.000 fólk latið seg kannað.
Umleið 80 fólk hava fingið ábending um, at tey hava diabetes 2.
Av teimum 8.000, sum eru kannað, eru 57 prosent kvinnur og 43 prosent menn.
Miðalaldurin er 58 ár.
Kanningin heldur fram næsa hálva árið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























