Fleiri fólk skotin við svenskan skúla

Fleiri fólk skotin við svenskan skúla
Hópin av løgreglufólki eru til staðar við eina skúla í Örebro í Svøríki, har løgreglan váttar, at fleiri fólk eru skotin
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
04.02.2025 - 13:21

Fólk verða biðin um at halda seg burtur frá skúlanum í Örebro í Svøríki, har svenska løgreglan váttar, at fleiri fólk eru skotin. 

Svenskir fjølmiðlar skriva, at sjúkrahúsið í økinum hevur flutt sjúklingar, fyri at geva pláss fyri teimum, sum hava fingið skaða í skottilburðinum. 

 

Svenski løgmálaráðharrin, Gunnar Strömmer, sigur við svenska kringvarpið, at tað, ið er hent í Örebro, er sera álvarsligt. 

- Løgreglan er á staðnum, og stjórnin er í tøttum sambandi við løgregluna um, hvussu støðan útviklar seg, segði hann.

 

Upprunaliga bleiv sagt, sambært DR, at fimm fólk vóru skotin.

Síðani bleiv talið dagført til fýra. 

- Fólk eru í lívsvanda, segði eitt tíðindatalsfólk hjá svensku løgregluni. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815