Eitt ár síðan Aleksej Navalny doyði

Eitt ár síðan Aleksej Navalny doyði
Bæði í Moskva og Berlin minnast fólk russiska andstøðingin, sum doyði brádliga í eini fangalegu í Sibiria
Aleksej Navalny varð roknaður sum ein av størstu fíggindum hjá Vladimir Putin. Í dag er eitt ár síðan hann doyði
Mynd: Savnsmynd  
 
16.02.2025 - 15:15

Í dag er eitt ár síðan russiski andstøðingurin Aleksej Navalny doyði í eini fangalegu í Sibiria.

Navalny, sum bleiv 47 ár, var ofta atfinningarsamur móti russiska forsetanum Vladimir Putin og hansara stýri, og tá hann í 2020 bleiv eitraður við nervaeiturinum Novichok, hildu nógv, at tað var orsakað av hansara atfinningum móti russiska valdinum.

Í 2021 fór Aleksej Navalny av egnum vilja til Russlands, og har varð hann handtikin, so skjótt hann setti fótin á land. Eftir tað fekk hann fleiri ymsar fongsulsdómar - tann seinasti var uppá 19 ár fyri ekstremismu.

Í desember 2023 hevði eingin frætt nakað frá honum í fleiri vikur, og eingin visti veruliga hvar hann var, inntil tað kom fram, at hann var fluttur til eina fangalegu í Sibiria. Har doyði hann brádliga 16. februar í 2024.

Í dag minnast fólk Aleksey Navalny í Moskva, har blómur verða lagdar við grøvina hjá honum, og einkjan Yulia Navalny, sum býr uttanlands, skrivar á X, at hon í dag er í Berlin, har hon saman við øðrum er við í minningarhaldi fyri Aleksej Navalny.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776