Stýrið fer at viðgera treytirnar hjá fiskimonnum

Stýrið fer at viðgera treytirnar hjá fiskimonnum
ALS-stýrið fer at viðgera ynskið hjá Fiskimannafelagnum um at fækka karensdagarnarnar og leingja útgjaldstíðarskeiðið
Nógvar broytingar eru á veg í ALS,
 
10.03.2025 - 08:47

ALS-stýrið fer í næstum at viðgera ynskið hjá Fiskimannafelagnum um at seta karensdagarnar úr 30 døgum niður í 15 dagar og leingja útgjaldstíðarskeiðið úr 60 upp í 90 dagar.

Tað stendur á álitinum hjá rættarnevndini um uppskotið hjá landsstýrinum um nógvu broytingarnar í arbeiðsloysisskipanini.

Bæði tá fyrsta viðgerð var í tinginum og í nevndarviðgerðini eru umstøðurnar hjá fiskimonnum í ALS umrøddar.

Men fiskimenn eru ikki við í uppskotinum hjá landsstýrinum.

Rættarnevndin hevur fingið upplýst, at støðan hjá fiskimonnum verður viðgjørd í ALS-stýrinum í næstum.

Øll í tinginum taka undir

Rættarnevndin tekur undir við uppskotinum hjá landsstýrinum.

Størsti arbeiðsloysisstuðulin skal hækka úr 18.500 krónum upp í 22.435 kr. tann 1. mai.

Hann skal vera 80 prosent av arbeiðaraløn.

Í løtuni er hetta 21.278 kr. um mánaðin. 

13 broytingar skulu gerast í ALS-lógini. 
 
Stýrið fyri ALS hevur gjørt eina heildarmeting um lógina og hevur mælt til at gera broytingarnar, sum eru í uppskotinum hjá Umhvørvismálaráðnum.

Endamálið er at gera lógina soleiðis, at hon hóskar betur til viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum, sum tey eru nú.

Av tí at fíggjarstøðan hjá ALS er so góð, verður skotið upp at gera nøkur viðurskifti í lógini høgligari fyri tey arbeiðsleysu. 

Millum annað vera bíðidagarnir strikaðir og karantenurnar styttar. 

Reglurnar um at halda frí við arbeiðsloysisstuðli vera víðkaðar. 

Fólk, sum fáa lægstu ella miðal fyritíðarpensjón ella framskundaða pensjón, og fólk, sum eru í tillagaðum starvi, kunnu eftir umsókn sleppa undan at rinda ALS-gjald. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672