Kirsty Coventry úr Simbabve er fyrsti kvinnuligi forseti í IOC

Kirsty Coventry úr Simbabve er fyrsti kvinnuligi forseti í IOC
Áðrenn valið varð gitt, at Sebastian Coe, forseti í altjóða felagsskapinum fyri frælsan ítrótt, fór at vinna valið, men tað hendi ikki
 
20.03.2025 - 19:52

Fyri fyrstu ferð í søguni hjá altjóða olympisku samgonguni, hevur felagsskapurin fingið ein forseta, sum er kvinna.

Tað hendi seinnapartin, tá Kirsty Coventry úr Simbabvi, vann forsetavalið og gjørdist 10. forsetin hjá IOC. Hon avloysir Thomas Bach úr Týsklandi, sum hevur verið forseti síðan 2013. 

Nýggi forsetin í IOC, sum skal sita í átta ár, takkaði fyri heiðurin og sambært heimasíðuni hjá felagsskapinum gleðir hon seg til at sleppa í gongd.

- Sum níggju ára gomul genta ímyndaði eg mær ongantíð, at eg fór at gerast forseti í IOC. Eg fari at gera alt fyri at tryggja, at vit fara at brúka hesi evnini til fulnar. Tað er ikki bara ein stórur heiður, men eisini áminning um skylduna hjá mær, at eg við reystleika og við virðisgrundarlagnum hjá okkum skal standa á odda fyri arbeiðnum í IOC, segði Kirsty Coventry millum annað.

Kirsty Coventry vann á Feisal Al Hussein úr Jordan, Johan Eliasch úr Svøríki, David Lappartient úr Fraklandi, Morinari Watanabe úr Japan, og Juan Antonio Samaranch Salisachs úr Spania, og tað gjørdi hon longu í fyrsta umfari. 

Undan valinum var væntað, at Sebastian Coe fór at vinna.

 

Hoyr alt innslagið, sum varð sent í tíðindunum í kvøld:

1733212


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115