Nýggjur IOC-forseti skal veljast í dag

Nýggjur IOC-forseti skal veljast í dag
Sebastian Coe er favorittur at verða valdur til IOC-forseta í dag, men seks onnur stilla eisini upp, teirra millum sonur fyrrverandi forsetan Juan Antonio Samaranch
Lord Sebastian Coe er millum favorittarnar til at gerast nýggjur forseti í olympisku nevndini
Mynd: Louisa Gouliamaki/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
20.03.2025 - 12:45

Altjóða olympiska nevndin IOC skal í dag velja nýggjan forseta fyri Thomas Bach, sum hevur verið forseti seinastu 12 árini.

Forsetastarvið í IOC verður roknað sum eitt av valdmiklastu størvum í ítróttaheiminum. IOC umsitur nógvar milliardir at býta út, og nevndin setir eisini kósina á týðandi økjum sum antidoping og spurninginum um kyn og luttøkuna hjá transpersónum í ítrótti.

Og tað sum IOC sigur, verður sjáldan mótmælt, tí IOC hevur vald og pengar, sum kann kosta hjá teimum, sum muta ímóti.

Tí er eisini spenningur um, hvør nú verður valdur til nýggjan IOC-forseta. Fyrrverandi bretski rennarin Sebastian Coe, sum í løtuni er forseti í altjóða sambandinum fyri frælsan ítrótt, sigst vera millum favorittarnar.

Hann er ein av sjey, sum stilla upp. Hini seks eru Feisal Al Hussein prinsur av Jordan, Kirsty Coventry úr Simbabvi - sum er einasta kvinna, ið stillar upp - Johan Eliasch úr Svøríki, David Lappartient úr Fraklandi, Morinari Watanabe úr Japan, og Juan Antonio Samaranch Salisachs úr Spania. Hetta seinasta navnið er kent í olympiskum høpi. Hesin Samaranch er sonur Juan Antonio Samaranch, ið sat sum IOC forseti árini 1980-2001.

Nýggi forsetin verður valdur á loyniligari atkvøðugreiðslu millum teir 109 limirnar. Atkvøðugreiðslan byrjar klokkan 14 føroyska tíð, og væntandi verður úrslitið greitt ein góðan tíma seinni.

Nakrar av størstu avbjóðingunum hjá IOC næstu árini eru minkandi áhugi millum tey ungu fyri olympisku leikunum, hvussu sjónvarpsrættindi skulu síggja út næstu árini, hvørja støðu Russland skal hava í IOC og altjóða ítrótti, veðurlagsbroytingar og hvussu tær ávirka serliga vetrarolympiaduna, og spurningar um kyn í ítrótti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. mars
Vikuskiftið 13 mars 2026
205599
Fríggjadag 13. mars
LEITISSTEIN 13.03.2026
205593
Fríggjadag 13. mars
Eitt korter við kórtónleiki 10. mars 2026
205581
Fríggjadag 13. mars
Andglettur
205568
Fríggjadag 13. mars
Góðan morgun Føroyar
205563
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. mars
Veðrið
205595
Fríggjadag 13. mars
Tá røktin ikki røkkur - teknmálstulkað
205591
Fríggjadag 13. mars
Andgletturin - Sambandsflokkurin
205567
Fríggjadag 13. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205561
Hósdag 12. mars
Veðrið
205547