Frídøming fer í Landsrættin

Frídøming fer í Landsrættin
Ákæruvaldið fer í Landsrættin við tí eina dóminum hjá Føroya rætti í stóra rúsevnismálinum
Dómhúsið var ov lítið, so Føroya rættur brúkti hotel Hafnia.
 
24.03.2025 - 06:26

Ákæruvaldið fer í Landsrættin við tí eina dóminum hjá Føroya rætti í stóra rúsevnismálinum.

Ein 44 ára gamal maður var frídømdur í Føroya rætti.

Ákæruvaldið heldur tó, at hann er sekur og ætlar at royna málið í Landsrættinum. 

Ákæruvaldið kravdi níggju til 11 ára fongsul í Føroya rætti.

Dómurin hjá 63 ára gomlu kvinnuni, sum eisini var frídømd í Føroya rætti, er endaligur.

Ákæruvaldið fer ikki víðari við honum.

Teir fýra menninir, sum blivu dømdir, fingu fongulsrevsingar.

Ein 32 ára gamal maður fekk seks ár, ein 41 ára gamal fekk 11 ár, ein 43 ára gamal fekk átta ár, og ein 46 ára gamal maður fekk sjey ár.

Teir hava allir appellerað til Landsrættin, og ákæruvaldið hevur mótappellerað.

Vilja hava frídøming 

Tríggir teirra vilja hava frídøming.

Tann 43 ára gamli hevur kært fyri at fáa linari revsing. Hann játtar seg sekan.

Ákæruvaldið vil hava harðari revsing.

Allir fýra menninir eru framvegis í varðhaldi.

Teir eru dømdir fyri at smugla 22 kilo av hassji og 3,8 kilo av amfetamini til Føroya við einum seglbáti, sum kom úr Danmark í august í fjør.

Dómarnir í rúsevnismálum er harðari í Føroyum enn í Danmark.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846