Forsætisráðharrin: USA leggur trýst á Danmark

Forsætisráðharrin: USA leggur trýst á Danmark
Trump má takast í álvara, tí hann vil hava Grønland, sigur Metta Frederiksen
Metta Frederiksen, forsætisráðharri.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
25.03.2025 - 13:01

Amerikanskir ráðharrar koma í hesi vikuni á vitjan í Grønlandi. 

Umsitingin hjá Trump hevur boðað frá, at trygdarráðgevin, Mike Walz, orkumálráðharrin Chris Wright og kona varaforsetan J.D.Vance, Usha Vanse, koma á vitjan í Grønland í ovurmorgin.

- Hetta kann ikki góðtakast. USA leggur trýst á Danmark, sigur danski forsætisráðharrin, Metta Frederiksen, við fjølmiðlar í dag:

 
 
 
25032025_Mette_1

 

 

 

Metta Frederiksen sigur, at vitjanin kann ikki takast sum eitt einstakt mál. Tað skal knýtast upp í alt tað, sum Trump hevur sagt um Grønland.

- Donald Trump skal takast í fullum álvara, tí hann vil hava Grønland, sigur danski forsætisráðharrin,  tá hon verður spurd um vitjanina:

 

25032025_Mette_2
 

Grønlendingar biðið um hjálp

Sambært amerikanska forsetanum, Donald Trump, eru tað grønlendingar, sum hava biðið USA um hjálp.

Á tíðindafundi í gjár varð hann spurdur, um vitjanin var enn ein provokatión, og hvat endamálið er við vitjanini:

 

TRUMP_UM_GRONLAND

 

- Hetta er ikki provokatión. Hetta er vinarlag, ikki provokatión. Vit hava við nógv fólk í Grønlandi at gera, sum fegin vilja síggja okkurt henda.Tey ringja til okkara. Vit ringja ikki til teirra, segði Trump.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558