- Tíðindi, mentan og ítróttur
Viðurskiftini á Læknamiðstøðini í Klaksvík ikki í lagi

Viðurskiftini á Læknamiðstøðini við Sandin í Klaksvík eru framvegis ikki komin í rættlag.
Framvegis eru trupulleikar við trygdini hjá sjúklingum, serliga í samband við heilivág, sum kann elva til bundinskap.
Tað sigur Landslæknin, sum aftur hevur verið á eftirlitsvitjan.
"Størri og týðandi trupulleikar eru fyri sjúklingatrygdina".
Hetta er metingin hjá landslæknanum, eftir at landslæknin hevur verið á eftirlitsvitjan 20. januar í ár á Læknamiðstøðini við Sandin, sum kommunulæknin, Hanus á Lógv, rekur.
Niðurstøðan er tí, at boðið, sum varð latið tann 9. juli í fjør, framvegis verður galdandi. Landslæknin fer tí ikki at sleppa málinum, men fer at halda eygað við viðgerðarstaðnum í Klaksvík.
Landslæknin hevur ikki fingið viðmerkingar ella tilfar í hoyringstíðarskeiðnum frá juli til í januar.
Lars Fodgaard Møller, landslækni, vil ikki gera viðmerkingar til eitt einstakt mál sum hetta.
Landslæknin leggur dent á, at eftirlitsvitjanir verða ikki gjørdar fyri at finna feilir, men fyri at fáa sjúklingatrygdina so góða sum møguligt og fyri halda lógina
Fyri Læknamiðstøðina við Sandin er metingin "størri og týðandi trupulleikar fyri sjúklingatrygdina", sum er tað næstovasta stigið av fýra.
Ongar viðgerðarætlanir fyri sjúklingar, sum fáa heilivág
Metingin hjá landslæknanum um sjúklingatrygdina byggir á eygleiðingar, samrøður og við at lesa journalir og ásetingar, tá vitjanin var.
-Vit staðfestu, at tað framvegis ikki eru viðgerðarætlanir fyri sjúklingar, sum fáa heilivág, sum kunnu elva til bundinskap.
Hetta sæst í journalunum, men landslæknin metir, at vantandi upplýsingar í journalunum ikki bara er vantandi journalføring, men tí at metingar um støðuna hjá sjúklingum ikki vóru gjørdar.
-Tað er tí okkara meting, at vegleiðingin at lata heilivág, sum kann elva til bundinskap, ikki varð fylgd. Tað er ein váði fyri sjúklingatrygdina, tí reglurnar skulu tryggja at viðgerðin er ábyrgdarfull. Um vegleiðingin ikki verður fylgd, kunnu hjáárin eisini taka seg upp.
Landslæknin staðfestir afturímóti, at størri dentur er lagdur á koyribann í sambandi við viðgerðina, og journalirnar vísa, at fyri teir flestu sjúklingarnar varð støða tikin til læknaligt koyribann ella til annan heilivág.
Ábøtur eru framdar, men framvegis ikki nóg gott
Tann nýggja frágreiðingin hjá landslæknanum umrøður eisini heilivágshandfaring og reinføri.
Landslæknin staðfestir, at framvegis vanta viðgerðarætlanir fyri sjúklingar, og at boðið í juli um slíkar ætlanir ikki er fylgt. Við atliti at reinføri verður m..a. víst á, at toyhandklæði verða nýtt.
Samanumtikið sigur landslæknin, at ábøtur eru framdar, men at tað framvegis vanta viðurskifti at fáa greiði á, serliga í samband við heilivág, sum kann elva til bundinskap.
Kommunulæknin vil ikki gera viðmerkingar
Spurdur, hvat næsta stigið er, svarar Lars Fodgaard Møller, at hann roknar við, at Læknamiðstøðin arbeiðir við at fáa viðurskiftini í rættlag til næstu vitjan.
Landslæknin er til hjálpar í hesum arbeiðið.
Slíkar eftirlitsvitkanir hava verið síðani 2017, og landslæknin fær hjálp úr Danmark til arbeiðið.
Hanus á Lógv, kommunulækni, er ikki sinnaður at tosa við Kringvarpið um eftirlitsfrágreiðingina hjá landslæknanum.