Heilsurøktarafelagið fingið væl burturúr

Heilsurøktarafelagið fingið væl burturúr
Lønarstigin er styttur, og harvið eisini vegurin til endalønina, og tað er ein sigur, sigur Bingerð Fosságil, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum
Bingerð Fosságil, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum.
 
27.03.2025 - 18:54

Heilsurøktarafelagið er við í avtalu um neyðtilbúgving í samband við arbeiðssteðg.

- Vit vilja ongantíð seta lív og heilsu í vanda hjá okkara gomlu og veiku, og tí gingu vit við til at formalisera hesi viðurskifti. Tað sigur Bingerð Fosságil, forkvinna í felagnum, sum metir seg hava fingið væl burturúr nýggja sáttmálanum við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

 

Fýra feløg í neyðtilbúgvingini

Fíggjarmálaráðið boðar seinnapartin frá, at tey nú hava avtala við fýra fakfeløg um neyðtilbúgving í samband við arbeiðssteðg.

Feløgini eru Heilsurøktarafelagið, Ljósmøðrfelag Føroya, Kost- og Føðslufelagið og Starvsfelagið. 

Í tíðindaskrivi sigur Fíggjarmálaráðið, at endamálið er at tryggja, at mest átrokandi uppgávurnar, sum at tryggja lív, heilsu og týðandi samfelagslig virði, verða røktar. 

- Allar aðrar uppgávur skulu bíða til aftaná arbeiðssteðgin, sigur Fíggjarmálaráðið.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Nýtt ljóð
213419
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232