
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Viljormur slapp við skrekkinum

Føroyska manslandsliðið hevur í vikuni verið á ferð og spælt móti Kekkia og Montenegro. Fýra spælarar komu aftur frá ferðini við skaða. Í fyrra dystinum bleiv Jann Benjaminsen útskiftur, meðan Hallur Hansson mátti sita uttanfyri í seinna dystinum við pínu í knænum. Bæði Viljormur Davidsen og René Shaki Joensen blivu skiftir út í 1-0 tapinum móti Montenegro.
Størst ivamál var um støðuna hjá varaliðskiparanum, Viljormi Davidsen. Her var vandi fyri, at hælsinan var slitnað. Tað kann taka upp til eitt ár at fáa hana at vaksa saman aftur. Viljormur Davidsen hevur í dag verið í skannaranum.
- Niðurstøðan er, at tað er ein fipurspreinging, og eg kann spæla aftur um tríggjar til átta vikur. Tað er so altíð nakað, sigur Viljormur Davidsen, ið var á høkjum eftir dystin.
HB fær vitjan av FC Suðuroy sunnudagin, men Viljormur Davidsen verður heldur ikki við í eitt nú kappingini um Løgmanssteypið, har HB møtir KÍ.
Jann beklaði
Jann Julin Benjaminsen byrjaði inni í fyrra dystinum, sum var móti Kekkia, men mátti lata seg skifta út í seinna hálvleiki. Eftir eitt hornaspark var hann óheppin og beklaði. Hóast nýggjur maður kom í hansara stað í hópinum, so var Jann J. Benjaminsen við á ferðini til Montenegro. Tað gjørdi góðan mun, tí hann var rundan um fysioterapeutarnar og læknan á landsliðnum, og økulin bleiv ikki ov byrðaður av ferðin heim til Føroya.
- Eg vænti at klára dystin um vikuskiftið. Tað hevur gingið skjótt. Eg fekk øgiliga góða viðger frá toyminum rundan um landsliðið og tað hevur avgjørt hjálpt. Eg spæli antin um vikuskiftið, ella komandi vikuskifti, sigur Jann Benjaminsen.
NSÍ spælir sunnudagin móti grannunum úr B68. Hetta er ein grannauppgerð, sum hevur fingið størri týdning seinnu árini, eftir at B68 gjørdist liðið, ið sendi NSÍ í 1. deild í 2022.
René og Hallur spæla aftur skjótt
René Shaki Joensen tók sær til lærkrikan í seinna hálvleiki móti Montenegro. Tað bleiv skjótt greitt, at hann mátti av vøllinum. Lærkrikin kann arga í longri tíð, um onkur skaði er.
- Tað var tíbetur bara ein vøddi í lærkrikanum, sum dró seg saman. Fysioterapeuturin sigur at eg kann spæla um eina viku, um tað gongur væl. Eg havi roynt hatta fyrr. Tá var tað beint yvir eina viku, so tað var heppið eftir umstøðunum, sigur René Shaki Joensen.
Liðfelagin í KÍ, Hallur Hansson, spældi í fyrra dystinum móti Kekkia, men var ikki upp á tal í Montenegro. Hann hevur havt ein álvarsligan skaða í knænum og tað gevur at bíta, tá hann spælir krevjandi dystir. Hann væntast eisini tøkur heilt skjótt. 3. umfar í Betri deildini hjá monnum verður sunnudagin.