Fleiri enn 1000 deyð í Myanmar

Fleiri enn 1000 deyð í Myanmar
Jarðskjálvtin, sum var í Myanmar í gjár hevur higartil kravt yvir 1000 mannalív. Harðast gekk útyvir Myanmar, men eisini í Tailandi eru minst 10 deyð.
 
29.03.2025 - 10:06

Jarðskjálvtin, sum var í Myanmar í gjár hevur higartil kravt yvir 1000 mannalív. 

Harðast gekk útyvir Myanmar, men eisini í Tailandi eru minst 10 deyð. 

Í stórum pørtum av Myanmar eru bygningar rapaðir, brúgvar dotnar niður og vegir oyðilagdir. 

Stórur tørvur er á hjálp og bjargingarfólk eru í løtuni á veg úr øðrum londum. Tey skulu millum annað

hjálpa til við at leita eftir fólki. 

Tað er borgarakríggj í Myanmar og hetta ger ikki bjargingararbeiðið lættari, sigur Philip Róin journalistur hjá Danska Kringvarpinum í Asia.

 

1734885

 

Tað segði Philip Róin, journalistur hjá Danska Kringvarpinum í Asia, fyrr í morgun við DR.

Myanmar liggur í suðureystara partinum av Asia. Í 2023 búðu 54 milliónir fólk í landinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040

Meira um sama evni