Landsstýriskvinnan sleppur at útseta pantskipanina

Landsstýriskvinnan sleppur at útseta pantskipanina
Hvørki telduskipanin ella bygningurin í Sandavági vera liðug 1. oktober í ár sum ætlað, men mett verður, at klárt verður í fyrru helvt av 2026
Pantskipanin skal nú eisini umfata onnur íløt enn tey til øl og sodavatn.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
31.03.2025 - 08:35

Margit Stórá, landsstýriskvinna, fær loyvi frá løgtinginum til at útseta pantskipanina fyri fløskur og onnur íløt.

Rættarnevndin er samd um at geva landsstýriskvinnuni hetta loyvið.

Pantskipanin skuldi koma 1. oktober í ár.

Men IRF, sum skal taka móti íløtunum, verður ikki klárur tá.

Ymsar avbjóðingar hava stungið seg upp.

Hvørki telduskipanin ella bygningurin í Sandavági vera liðug 1. oktober.

Mett verður, at klárt er í fyrru helvt í 2026.

Landsstýriskvinnan fær heimild til at áseta við kunngerð, nær lógin kemur í gildi.

Og pantskipanin skal nú eisini umfata onnur íløt enn tey til øl og sodavatn.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598