Neyðugt við breiðum politiskum semjum um nýskipanir

Neyðugt við breiðum politiskum semjum um nýskipanir
Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í fíggjarnevndini, og Magnus Rasmussen, fíggjarnevndarlimur, vóru í Breddanum fyrrapartin
Haldføri krevur politiskar nýskipanir, sum eiga at fáa breiða politiska undirtøku, halda Eyðgunn Samuelsen og Magnus Rasmussen.
 
01.04.2025 - 14:22

Neyðugt er við breiðum semjum at gera tær nýskipanir, sum skulu tryggja haldføri í føroyska búskapinum.

Tað eru Eyðgunn Samuelsen, fíggjarnevndarforkvinna, og Magnus Rasmussen, fíggjarnevndarlimur, samd um, nú ring útlit eru fyri at fáa yvirskot aftur á fíggjarlógina í bræði.

Bara næsta ár kann væntast ein fjórðingsmilliard í halli, sambært nýggjastu játtanarkørmunum.

 

Eyðgunn Samuelsen og Magnus Rasmussen. 

 

Raksturin av tveimum økjum fer við góðari helvt av útreiðslunum á fíggjarlógini í dag - almannamál kosta 2,2 milliardir, og heilsumál kosta 1,7 milliardir kr.

- Gongdin er so mikið skeiklað, at tað ber ikki til at spara seg burtur úr henni. Neyðugt er við nýskipanum, søgdu Eyðgunn Samuelsen og Magnus Rasmussen í Breddanum fyrrapartin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

01042025_Jattanarkarmar_Eydgunn_Magnus

 

Allur Breddin kann hoyrast her. 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
RagnarRokk: Garty Meskil um Stone Cold Anger
212036
Hósdag 3. september
RagnarRokk 3.september 2026
212238
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Joel Hokka um Via Miseria IV
212237
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Nirvargh um Upp úr Dýpinum
212236
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532