Útlendsku flogfeløgini flúgva nú eisini til Føroya

Útlendsku flogfeløgini flúgva nú eisini til Føroya
Widerøe og SAS hava tikið flúgvingina uppaftur, og Icelandair fer at flúgva í næstu viku
Widerø og SAS flúgva nú aftur til Føroya.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.04.2025 - 10:32

Tey trý útlendsku flogfeløgini fara nú aftur at flúgva til Føroya.

Widerøe og SAS hava tikið flúgvingina uppaftur, og Icelandair fer at flúgva í næstu viku.

SAS og Icelandair hava fleiri bíleggingar í ár enn í fjør, og tey vænta sær nógv av sumrinum, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága floghavn.

 

Icelandair tekur Føroya-flúgvingina uppaftur í næstu viku. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Útlendsku flogfeløgini flúgva til 1. november.

Vága floghavn vil hava útlendsku flogfeløgini at flúgva alt árið.

Widerøe og Iclandair hava ikki RNP-skipanina, sum SAS og Atlantsflog brúka. RNP-skipanin ger tað møguligt hjá flogførum at seta seg í verri veðri enn annars.

Norska flogfelagið, Widerøe, hevur sagt, at tey umhugsa eisini at flúgva til Føroya um veturin, um tey fáa neyðugu útgerðina, sum loyvir teimum at brúka RNP-skipanina í flogførum sínum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858