Tollkríggið ávirkar føroyskar pensjónir

Tollkríggið ávirkar føroyskar pensjónir
Pensjónirnar hjá føroyingum eru minni verdar í dag enn fyri fáum døgum síðani. Tað er ein beinleiðis avleiðing av nýggja tollinum, sum kom í gildi klokkan fimm í morgun.
 
05.04.2025 - 12:52

Pensjónirnar hjá føroyingum eru minni verdar í dag enn fyri fáum døgum síðani. Tað er ein beinleiðis avleiðing av nýggja tollinum, sum kom í gildi klokkan fimm í morgun. Arnfinnur Gudjónsson er íløguleiðari hjá Lív, sum umsitir ein stóran part av pensjónsuppsparingunum hjá Føroyingum. Seinastu dagarnar hevur hann fylgt sera væl við á partabrævamarknaðunum, har ótryggleiki valdar, orsakað av politikkinum hjá Donald Trump. Og í dag kann hann staðfesta, at pensjónsuppsparingarnar hjá føroyingum eru falnar í virði. Pensjónsfeløgini royna at fáa pensjónirnar hjá okkum at vaksa í virði við at seta tað, sum vit gjalda inn í ymisk partabrøv. Og tá órógv er á partabrævamarknaðinum, so lækkar virðið á pensjónunum hjá okkum.

 

1736243

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329