Hondbóltskvinnurnar fingu dreymabyrjan við Tjarnir

Hondbóltskvinnurnar fingu dreymabyrjan við Tjarnir
Kvinnulandsliðið í hondbólti gjørdi bart í fyrsta kvinnulandsdystinum við Tjarnir og vann við heili 10 málum ímóti Litava
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.04.2025 - 21:46

Orð: Bárður Skorheim Guttesen

Í kvøld angaði bæði av vári og einum HM-endaspæli fyri føroysku hondbóltskvinnurnar við Tjarnir. 

Sigast kann ikki annað, enn at kvinnulandsliðið í hondbólti hevur annað beinið í HM-endaspælinum eftir sannførandi 36-26 sigurin móti Litava. 

Nú skulu føroysku kvinnurnar niður til Litava at gera arbeiðið liðugt í vikuskiftinum. 


Ongantíð áður hava so nógv áskoðarar verið til ein dystin hjá kvinnulandsliðnum í hondbólti (Mynd: Bjarni Á. Rubeksen)
 

Varlig byrjan

Eftir eina varliga byrjan í fyrra hálvleiki leikaði javnt á fyrstu 20 minuttirnar av dystinum. Litavsku skjúttarnir sluppu ov lætt til skot, og ofta fóru føroysku skotini á stongina og út. 

Tó fingu føroysku leikararnir spælið at koyra ímóti endanum av fyrra hálvleiki og vóru á odda við fýra málum í hálvleikinum, 15-11.

Í byrjanini av seinna hálvleiki fór strikuspælið hjá Litava at rigga, og flestu litavsku skotini fóru í føroyska málið.

Føroysku verjuleikararnir fóru so longur fram at verja, og hóast nøkur mál frá litavsku strikuni fóru Føroyar smátt um smátt frá Litava. 

 

Innskiftarar tóku av

Karin Egholm, Rannvá Olsen og Marita Mortensen sluppu inn at royna seg. Hóast Lív S. Poulsen hevði skjeyt fýra mál av seks skotroyndum, slapp Karin Egholm inn í staðin og var sera trygg av vonginum eins og Rannvá Olsen var.

Marita Mortensen vísti eisini av álva sínar dygdir, tá hon slapp inn at avloysa. Hon skeyt trý mál upp á stutta tíð, og kann gerast ein týðandi strongur aftrat hjá føroyska liðinum.

Tá leiðslan nærkaðist 10 málum fingu fleiri spælarar leiktíð, eitt nú Bjarta, Lív Zachariassen og Silja fingu spælitíð og avlastaðu føroysku lyklaleikararnar. 

 

Mittún í miðdeplinum

Jana hevði ein fingur við í øllum í føroyska álopinum.

Við níggju málum og sjey assist vísti Jana heimsklassa.

Hon átti sín stóra leiklut í, at Føroyar kunnu fara til Litava við risa EM vónum.

 

Føroyar - Litava 36-26 (15-11)

Jana Mittún 9 mál
Maria Pálsdóttir Nólsoy 6 mál
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 4 mál
Marita Mortensen 3 mál
Pernille Brandenborg 3 mál
Karin Egholm 3 mál
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 3 mál
Rannvá Olsen 2 mál
Elsa Egholm 1 mál
Marita Mortensen 1 mál
 

Málverjarnir
Rakul S. Wardum 5/23 21,74 %
Slja Arngrímsdóttir Müller 0/8

 

Øll hagtøl frá dystinum kunnu síggjast HER

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050