Brot á reglurnar um hávatenn skulu ikki í rættin

Brot á reglurnar um hávatenn skulu ikki í rættin
Vinnunevndin mælir til at gera broytingar í uppskotinum hjá landsstýrinum um ferðaslulóg
Løgtingið viðger í hesum døgum uppskot frá landsstýrinum um broytingar í ferðslulógini. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
10.04.2025 - 08:48

Tá bilførarar bróta reglurnar um hávatenn, eiga mál teirra at kunna avgreiðast uttan at fara í rættin við teimum.

Tað heldur vinnunevndin hjá løgtinginum, sum í áliti sínum hevur broytingaruppskot um at leggja hávatenninar aftrat málunum um rúsevnakoyring og rættarsókn, sum eru í uppskoti landsstýrisins um at broyta ferðslulógina.

Annars tekur nevndin undir við, at fallhjálmur verður kravdur, tá koyrt verður við tríhjólaðari motorsúkklu ella tríhjólaðum prutli. 

 

Skulu dagføra lista

Og lógin skal nágreina revsingin fyri, hvussu nógv THC, hassj, er í blóðinum hjá teimum, sum verða tikin fyri rúsevniskoyring.

Á føroyska listanum frá 2009 eru 54 ólóglig evni, sum eru vandamikil fyri ferðslutrygdina. 

Á danska listanum eru nógv fleiri evni.

Vinnunevndin heitir á landsstýrið um at dagføra føroyska listan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672