SÍ-venjarin fær langt leikbann

SÍ-venjarin fær langt leikbann
Spælandi venjarin hjá SÍ, Mateusz Pazgan, fær leikbann í 5 dystir, og sleppur ikki at vera venjari ella at hava nakran leiklut undir nøkrum dysti í ein mánað
 
12.04.2025 - 11:52

Spælandi venjarin hjá SÍ, Mateusz Pazgan, fær leikbann í 5 dystir, og sleppur ikki at vera venjari ella at hava nakran leiklut undir nøkrum dysti í ein mánað.

Tað gjørdi Flogbóltssambandið av mikudagin.

Orsøkin er, at SÍ-venjarin hevur lagt niðrandi og happandi uppslag á Tik Tok vanga sín um dómararnar í triðju FM-finaluni hjá monnum.

Hann hevur okkurt um 25.000 fylgjarar á Tik Tok.

SÍ tapti fyri Mjølni í triðju og avgerandi FM-finaluni hjá monnum á Giljanesi 27. mars.

Starvsnevndin í Flogbóltsambandinum sigur, at slík happing - herundir á sosialu miðlunum - undir ongum umstøðum kann góðtakast, og at tað hevur vigað tungt í avgerðini, at talan er um ein venjara.

Mateusz Pazgan hevur seinni biðið um umbering og hevur strikað uppslagið á Tik Tok og eitt annað líknandi uppslag, skrivar Flogbóltssambandið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189