Elias gull í týsku steypakappingini

Elias gull í týsku steypakappingini
Elias Ellefsen á Skipagøtu skeyt trý mál, tá felag hansara, THW Kiel, í dag tryggjaði sær týska steyoagulli við finalusigri á Melsungen
Elias Ellefsen á Skipagøtu kann nú kalla seg týskan steypavinnara
Mynd: THW Kiel  
 
13.04.2025 - 19:52

Elias Ellefsen á Skipagøtu er týskur steypavinnari.

Føroyski spælskiparin skeyt trý mál, tá THW Kiel tryggjaði sær gullið við 28-23 sigri á Melsungen sunnudagin.

Dysturin var javnur í fyrra hálvleiki, men Kiel var á odda 10-9 í steðginum, millum annað við hjálp frá føroyinginum sum skoraði upp á allar sínar tríggjar royndir.

Talan var um sonevnt final-four vikuskifti. Í gjár vann Kiel sær finaluplássið ímóti Rhein-Neckar Löwen eftir longsa leiktíð.

Tað kemur væl við hjá norðurtýska stórfelagnum at fáa eitt steyp til høldar, tí farna kappingarár var ikki so væleydna. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423