Ungarn ger aftur grundlógarbroytingar

Ungarn ger aftur grundlógarbroytingar
Grundlógarbroytingin bannar millum annað almennum LGBT+ tiltøkum
 
14.04.2025 - 20:17

Parlamentið í Ungarn samtykti í dag, mánadagin, eina grundlógarbroyting við greiðum meiriluta, sum millum annað bannar almennum LGBT+ tiltøkum og staðfestir, at landið bert viðurkennir tvey kyn: mann og kvinnu.

Hetta skrivar The Guardian.

140 tingfólk atkvøddu fyri uppskotinum, meðan 21 atkvøddu ímóti.

Avmarkingarnar koma oman á ungarska bannið móti Pride-skrúðgonguni í høvuðsstaðnum í landinum, Budapest, í seinasta mánað.

Hetta er 15. grundlógarbroytingin í Ungarn í 15 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980