Mjølnir fór avstað við báðum steypunum

Mjølnir fór avstað við báðum steypunum
Mjølnir fekk ein frálíkan steypadag Inni í Dal í Sandoynni í gjár. Bæð kvinnurnar og menninir vunnu á Fleyr í steypafinalunum og tryggjaðu felagnum tvífalt gull
 
27.04.2025 - 11:20

Tað var ein gyltur dagur fyri Mjølnir, tá bæði kvinnu- og mansliðið hjá felagnum vunnu steypafinalurnar, sum vóru í ítróttarhøllini Inni í Dal í Sandoynni í gjár.

Fleyr var mótstøðulið í favorittur hjá kvinnnum, men Mjølnir gjørdi ikki mætari enn at vinna 3-1. Klaksvíkingar løgdu seg á odda, men havnarfelagið javnaði. Síðan vann Mjølnir næstu tvey settini 25-16 og 25-22 og er harvið steypavinnari aftur fyrstu ferð síðan 2014, skrivar Flogbóltssambandið.

Hjá monnum var Mjølnir favorittur ímóti Fleyr, sum eitt sindur óvæntað hevði sent SÍ úr steypakappingini í hálvfinalunum. Tað livdu norðingarnir upp til, men fimm sett skuldu kortini til. 

Mjølnir vann tvey tey fyrstu trygt, men Fleyr svaraði aftur við at vinna 3. og 4. sett og javna. Í javnbrótaranum var tó eingin ivi: Mjølnir vann 15-6, og tryggjaði felagnum annað steypagullið á degnum.

Hetta vóru síðstu dystirnir í heimligum flogbólti í ár.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329