Føroyska tøgnmentanin hevur stórar sosialar avleiðingar

Føroyska tøgnmentanin hevur stórar sosialar avleiðingar
Erika Hayfield, ph.d. og lektari í samfelagsvísundum, vísir á, at eitt lítið samfelag sum tað føroyska førir ofta til sosialt eftirlit og viðhvørt stigmatisering
Mynd: Savnsmynd  
 
07.05.2025 - 16:55

"Føroyar er eitt lítið samfelag, og tí hava vit eina sonevnda tøgnmentan," sigur Erika Hayfield, ph.d og lektari í samfelagsvísindum. 

Hetta ber í sær, at tað kann fáa stórar sosialar avleiðingar, um fólk tala at - eitt nú í sambandi við harðskap, vísir hon á. 

"Eitt harðskapsrakt heim er eitt heim í kreppu, og tí skulu vit tora betur at tosa um harðskap," sigur Erika Hayfield, ph.d og lektari í samfelagsvísindum.

 

Sosialt eftirlit og stigmatisering

Leiðarin í Kvinnuhúsinum, Eyðvør Tausen, hevur víst á, at vit hava eina tøgnmentan, sum hevur við sær, at tað er truplari at siga frá í sambandi við harðskap í føroyska samfelagnum. 

Víst verður á, at fólk møtast aftur í ymiskum samanhangum, og tað ger samfelagið gjøgnumskygt.

"Tað hevur við sær, at vit hava eftirlit við hvørjum øðrum í Føroyum. Og tað førir til sosialt kontrol og viðhvørt stigmatisering av personligum viðurskiftum," greiðir Erika Hayfield frá. 

Tí kostar tað eisini meira at siga frá í einum samfelagi sum tí føroyska.  

"So tey halda seg aftur, tí at tey eru kanska stúrin um sosialar avleiðingar fyri seg sjálvan, fyri familjuna ella í mun til møguleikarnar fyri at fáa størv og klára seg á arbeiðsmarknaðinum," útgreinar Erika Hayfield, ph.d og lektari í samfelagsvísindum.

 

Umráðandi at geva økinum ans

Tí er tað týdningarmikið, at vit geva hesum økinum ans, heldur hon. 

"Ein harðskapsraktur personur kann hava trupult við at koma burturúr tí sjálv, tí er tað umráðandi at samfelagið er klárt at stuðla undir og hjálpa viðkomandi burturúr einari harðliga støðu."

 Erika Hayfild vísir samstundis á, at tað kann vera ein fyrimunur, at Føroyar eru eitt lítið samfelag, tá okkurt skal gerast við eitt sovorðið mál. 

"Tá onkur talar at, og tað verður varpað ljós á nøkur viðurskifti, so kann tað eisini viðføra tað at broytingar henda lutfalsliga skjótt, tí vit hava ikki øgiliga  bureaukratiskar skipanir," sigur Erika Hayfield. 

 

1742150

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595