Var bumbuatsóknin móti løgtingshúsinum ein morðroynd á Petur Mohr Dam?

Var bumbuatsóknin móti løgtingshúsinum ein morðroynd á Petur Mohr Dam?
18. september í 1945 brast ein bumba á grasvøllinum við útnyrðingshornið á løgtinginum. Ført hevur verið fram, at talan var um eina morðroynd móti formanni Javnaðarfloksins
 
09.05.2025 - 16:30

SKRIVAÐ OG LISIÐ:
Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur og professari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya 

 

1735918

 

Ein knappan tíma eftir midnátt, klokkan 00.55, 18. september í 1945 brast ein bumba á grasvøllinum við útnyrðingshornið á løgtinginum, beint uttanfyri tað norðasta vindeyga á sjálvum løgtingssalinum. 

Teir flestu rútarnir í løgtingssalinum knústust inneftir av trýstinum og skaptu ruðuleika innanfyri, men hvørki í sunnara enda ella uppi á tinghúsloftinum hendi nakar skaði.  

 

Fór úr løgtringinum kl. 23.55

Fleiri ferðir hevur verið ført fram, at talan var um eina morðroynd móti Peturi Mohr Dam, sum var tingmaður og formaður javnaðarfloksins. 

Er nakað grundarlag í samtíðarkeldunum fyri hesum uppáhaldinum? 

Petur Mohr Dam hevði verið í løgtinginum áðrenn bumban brast uttanfyri. 

Hann hevði ikki verið einsamallur har, men hann hevði saman við trimum øðrum javnaðarmonnum verið á fundi har, og teir vóru allir farnir úr løgtinginum um somu tíð, klokkan 23.55, ein tíma áðrenn bumban brast uttanfyri. 

Sambært løgreglufrágreiðingum høvdu teir sitið í flokshølum javnaðarfloksins, sum var í sunnara enda og uppi á tinghúsloftinum, til teir fóru avstað. 


Petur Mohr Dam (t.v.), formaður javnaðarfloksins, og Torstein Petersen (t.h), fólkatingslimur úr Fólkaflokkinum 

 

Bølamyrkt í løgtinginum, tá bumban brast

Klokkan 23.55 sløktu teir alt ljós í bygninginum, læstu úthurðina, sum eins og trappan niður av tinghúsloftinum vendi eystureftir móti Tinghúsvegnum, og fóru avstað. 

Hetta myrka heystkvøldið í 1945 hevur tað sostatt verið ljós at sæð í endavindeygunum uppi á loftinum í sunnara enda á løgtingshúsinum til klokkan 23.55, meðan einki ljós hevði verið at sæð í nøkrum øðrum vindeygum á tinghúsloftinum. 

Allur bygningurin hevði harumframt verið bølamyrkur í ein tíma, einki ljós at síggja nakrastaðni, tá bumban brast niðri við grundina í hinum endanum á bygninginum. 

Vaskikonan, sum hoyrdi fólk og sá ljós uppi á loftinum, hevði verið inni í miðhæddini á løgtinginum frá klokkan 20.30 til klokkan 21.30, tá hon fór úr bygninginum. 

Eingin kom nakrantíð niðurundir meðan hon var har, og hon fór heldur ikki uppá loftið. 

Sambært teimum fýra javnaðarmonnunum sótu teir í flokshølum javnaðarfloksins í sunnara enda uppi á loftinum til teir fóru úr bygninginum klokkan 23.55. 


Bumbuatsóknin fekk nógva umtalu í føroysku bløðnum

 

Einki virksemi í tingsalinum

Tingsetan hetta árið var liðug 15. september, so heldur einki virksemið hevði síðan tá verið í tingsalinum, sum einans hevði vindeygu vestureftir móti Niels Finsens gøtu. 

Einki ljós hevði sostatt hetta kvøldið verið at sæð í norðara enda á løgtinginum, har eingi vindeygu vóru í miðhæddini, og gangast má út frá, at øll vestursíðan, har tingsalurin var, hevði verið bølamyrk í øllum førum síðan vaskikonan fór úr bygninginum klokkan 21.30. 

Eitt gøtuljós á Vaglinum gjørdi til midnátt, tá gøtuljósini í Havn vórðu sløkt, vestursíðuna á løgtinginum ljósa og trupla at koma ósædd ella ósæddur tætt at áðrenn midnátt. 

Uttanífrá løgdu fólk, sum ætlaðu at leggja eina bumbu við útnyrðingshornið á løgtinginum, merki til, at vestur- og norðursíðan vóru myrkar hetta kvøldið, og at myrkt var í øllum vindeygum í løgtinginum aftaná klokkan 23.55. 

Tá bumban brast klokkan 00.55 vóru teir fýra javnaðarmenninir heima og á veg í song. 

LES EISINI: "Bumbuatsóknin móti løgtingshúsinum í 1945", Hans Andrias Sølvará, framløga

 

Hildu tað vera eina minu

Petur Mohr Dam hoyrdi spreingingina, sum svágurin helt mundi stava frá eini minu. 

Tað var ikki fyrr enn morgunin eftir í Vágsbotni, at Petur Mohr Dam sambært síni egnu frágreiðing fekk at vita, at ein bumba var brostin við løgtingið. 

Føroyatíðindi skrivaði 22. september í 1945, at foykir ófriðarkroppar eftir at alt var vorðið myrkt og friðarligt høvdu roynt at spreingja eini tóm hús í luftina. 

Í samtíðarskjølunum hjá løgregluni sæst einki til, at nakar hevði illgruna um, at talan var um eina morðroynd móti nøkrum. 

Hetta er helst ein søga, sum stavar frá eini seinni tíð. 


Hvat: Brot úr Føroya søgu
Hvar: Í Góðan morgun Føroyar og á KVF Ljóð
Nær: Hósmorgnar ella tá tað passar tær á KVF Ljóð 

 

Hans Andrias Sølvará er professari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hann er søgufrøðingur og hevur verið í starvi á Setrinum síðani 2009, fyrst sum adjunktur, men seinni sum lektari. Hans Andrias Sølvará bleiv útnevndur professari í søgu í oktober 2019. Inntil januar 2024 var hann dekanur á Søgu- og samfelagsdeildini, og frá juli í 2024 hevur hann verið útbúgvingarleiðari á Master á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. mai
Jambalaja - 170525
191991
Leygardag 17. mai
Upp á tá - 160525
191988
Leygardag 17. mai
Morgunlestur leygardagur 17. mai 2025
191673
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
191963
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
191959
Fríggjadag 16. mai
Útilív 5:6 - teknmálstulkað
191887
Fríggjadag 16. mai
Útilív 4:6 - teknmálstulkað
191955