The Guardian: "Hallucination" hjá Sissal er millum 10 teir bestu sangirnar

The Guardian: "Hallucination" hjá Sissal er millum 10 teir bestu sangirnar
Kenda enska blaðið The Guardian, ið er kent fyri at dekka tónleik væl, hevur gjørt ein lista yvir 10 teir bestu Eurovision-sangirnar í ár, og "Hallucination" er á listanum
Sissal Jóhanna á pallinum til síðstu royndina í gjárkvøldið
Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix  
 
15.05.2025 - 14:00

Um meiningin hjá tónleikajournalistinum Angelica Frey hjá enska blaðnum The Guardian er eftirfarandi, so kemur Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen í finaluna við sínum sangi "Hallucination".

Í grein um ársins Eurovision-sangkappingina, so hevur Angelica Frey gjørt eitt yvirlit við 10 teimum, eftir henna tykki, bestu sangunum í ár. 

Nummar 10 á listanum er Sissal Jóhanna við "Hallucination". Gaman í, so er sangurin ein nokk so sikkur Eurovision-sangur, men spælir upp á nógvar av teimum tangentunum, ið rigga til Eurovison-sangkappingina. 

 

  1. Erika Vikman – Ich Komme (Finnland)
  2. Lucio Corsi – Volevo Essere un Duro (Italia)
  3. Emmy – Laika Party (Írland)
  4. Princ – Mila (Serbia)
  5. Laura Thorn – La Poupée Monte le Son (Luksembourg)
  6. Tommy Cash – Espresso Macchiato (Estland)
  7. KAJ – Bara Bada Bastu (Svøríki)
  8. Melody – Esa Diva (Spaina)
  9. Ziferblat – Bird of Pray (Ukraina)
  10. Sissal – Hallucination (Danmark)

 

Um "Hallucination" skrivar Angelica Frey:

"With an electronic base reminiscent of Sia and David Guetta’s collaborations, and with powerhouse, Adele-lite vocals that stave off predictability, Sissal’s Hallucination is a neatly packaged EDM-scandi-pop record that feels like a welcome 2010s throwback (akin to Carola’s Invincible and Loreen’s Euphoria). This is not a coincidence: Sissal’s inspirations are Norwegian singer Dagny and Swedish singer Robyn. Is it a bit safe? Sure, but high camp, sexual innuendo and joyous nonsense need a counterpoint to avoid the contest descending into caricature. Plus, the obsessive posters on Eurovision forums and subreddits swear she is best on stage."

 

SÍ EISINI: "Sauna fiends, space dogs and Jesus Christ Superstar: it’s the 10 best Eurovision songs of 2025!"

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167