Viðmerkjari: Pensjónsmálið tikið aftur og tunnilin fer í nevnd

Viðmerkjari: Pensjónsmálið tikið aftur og tunnilin fer í nevnd
Tingfundurin verður tikin uppaftur klokkan 11
Beinta Løwe, politiskur viðmerkjari.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.05.2025 - 10:37

Beinta Løwe, politiskur viðmerkjari, væntar, at uppskotið um at hækka pensjónsaldurin verður tikið aftur, og at málið um Suðuroyartunnilin verður beint aftur í fíggjarnevndina.

Tað segði hon í eyka tíðindasendingini í útvarpinum klokkan 10.

Beinta Løwe sigur, at verður eitt mál tikið aftur, skal løgtingsforkvinnan spyrja, um nakar annar ætlar at leggja uppskotið framaftur. Og tað ivast hon í, at nakar fer at gera.

Verður málið um Suðuroyartunnilin tikið aftur, eru størri sannlíkindi fyri, at onkur biður um at leggja tað framaftur. Fer málið aftur í nevnd, hendir einki, og so dettur tað burtur, tá henda tingsetan er av á ólavsøku. 

Beinta Løwe væntar ikki, at løgtingsforkvinnan fer at taka málini av skránni og síðani senda tingið í summarfrí.

Tá tingfundurin var settur um hálvgum tíggju tíðina, var hann niðurlagdur.

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, boðaði frá, at arbeitt verður við broytingaruppskotum, og tingfundurin verður tikin uppaftur klokkan 11.

Hoyr samrøðu, sum Sigurjón Einarsson gjørdi við Beintu Løwe í tinginum:

 

Beinta_Lowe

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040