
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Belgia ætlaði at keypa Føroyar og brúka oyggjarnar sum fangalegu

SKRIVAÐ OG LISIÐ:
Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur og professari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya
Í 1841 ætlaði belgiska stjórnin hjá Leopold 1. at keypa Føroyar frá Danmark.
Men í øldunum frammanundan kundu Føroyar fleiri ferðir verið blivnar partar av øðrum londum enn Danmark, og kundu sostatt havt fingið eina heilt aðra lagnu enn tær fingu.
Í 1524 og í 1536 royndu Kristian 2. og Kristian 3., sum báðir vóru í svárari peninganeyð, at pantseta Føroyar til Henrik 8. av Onglandi, men hann tók ikki av tilboðunum.
Í 1658 hevði Fríðrikkur 3. verið til reiðar at lata Karl Gustav 10. av Svøríki fáa Føroyar ístaðin fyri Bohus Len, men Svøríki, sum hevði hersett nærum alt Danmark, slepti at enda kravinum.
Aftaná 1814 kravdi Noregi at fáa Føroyar aftur frá Danmark, men norska stórtingið slepti kravinum í 1821.
Hjálandaáhugin hjá Belgia fevndi um Føroyar
Undir Leopold 1. – t.e. frá 1831 til 1865 – hevði Belgia ætlanir um at ognað sær partar av fallandi hjálandaveldum sum Spania og Portugal.
Men tað er minni kent, at Belgia eisini hevði ætlan um at ogna sær partar av danska hjálandaveldinum, sum var um at syndrast.
Hjálandaáhugin hjá Belgia fevndi eisini um Føroyar.
Fyrimunur fyri belgiska fiskiflotan
Hetta sæst fyri fyrstu ferð umrøtt í sambandi við, at eitt belgiskt sjóverjuskip, Marie-Louise, í 1839-1841 gjørdi nakrar ferðir norðureftir fyri at verja belgiska fiskiflotan.
Í hesum sambandi legði Marie-Louise inn í Føroyum og í Hetlandi, har skiparin vitjaði belgiska konsulin í Lerwick.
Teir báðir gjørdust samdir um, at tað hevði verið ein avgjørdur fyrimunur fyri belgiska fiskiflotan, um Belgia ognaði sær Føroyar.
Í august 1841 skrivaðu teir til belgisku stjórnina um sínar hugsanir.
Teir nevndu, at Belgia innflutti nógvan turkaðan tosk úr Svøríki og Noregi, og at hesin toskur ístaðin kundi innflytast bíligari úr Føroyum, um Belgia ognaði sær oyggjarnar.
Føroyar kundu hýsa belgiskum revsistovnum
Seinni varð eisini nevnt, at Føroyar kundu hýst belgiskum revsistovnum.
Teir mettu eisini, at tað fór at vera lætt hjá Belgia at ogna sær Føroyar, tí Danmark hevði 10 ár frammanundan sett m.a. hesar oyggjarnar til sølu.
Belgiski áhugin fyri Føroyum fall saman við, at danska stjórnin sambært frágreiðing frá 1840 hevði sett fleiri navngivnar danskar oyggjar í Eysturindia og Guinea til sølu, men Føroyar vórðu ikki beinleiðis nevndar í frágreiðingini.
Belgiska stjórnin tók hetta í so stórum álvara, at uttanríkisráðharrin gav sendiharranum í Keypmannahavn boð um í stillum at seta seg í samband donsku stjórnina við fyrispurningi um hetta.
Danska stjórnin ongar ætlanir um at selja
Um danska stjórnin var áhugað í at selja Føroyar, so skuldi hann eisini kanna, undir hvørjum treytum oyggjarnar kundu gerast belgiskar.
Hann kannaði eisini aðrar danskar oyggjar, ið vóru til sølu og kundu havt áhuga í Bruxelles.
Belgiski sendiharrin vendi sær kortini ongantíð til donsku stjórnina, tí hansara kanningar sannførdu hann um, at danska stjórnin ongar ætlanir hevði um at selja Føroyar.
Málið datt sostatt niðurfyri, uttan at danska stjórnin fekk kunnleika til belgiska áhugan.
Men møguleikin fyri, at Føroyar gjørdust hjáland – kanska ein belgisk revsikoloni – hjá Leopold 1. var ikki heilt óhugsandi í 1841.
Hvat: Brot úr Føroya søgu
Hvar: Í Góðan morgun Føroyar og á KVF Ljóð
Nær: Hósmorgnar ella tá tað passar tær á KVF Ljóð
Brot úr Føroya søgu er samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og Kringvarp Føroyar um, at søgutátturin "Brot úr Føroya søgu" er fastur partur av morgunsendingini Góðan morgun Føroyar hvønn hósdag. Í táttinum verður sjóneykan sett á serstakan persón, hending, lut ella annað úr søgu okkara.
Hans Andrias Sølvará er professari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hann er søgufrøðingur og hevur verið í starvi á Setrinum síðani 2009, fyrst sum adjunktur, men seinni sum lektari. Hans Andrias Sølvará bleiv útnevndur professari í søgu í oktober 2019. Inntil januar 2024 var hann dekanur á Søgu- og samfelagsdeildini, og frá juli í 2024 hevur hann verið útbúgvingarleiðari á Master á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.