Lutakastið hjá hondbóltskvinnunum í dag

bannari
Lutakastið hjá hondbóltskvinnunum í dag
Føroysku hondbóltskvinnurnar fáa í dag at vita, hvørjum tær skulu spæla ímóti í HM-endaspælinum, sum byrjar í november
Jana Mittún farin frá kroatisku verjuni í EM-endaspælinum í Sveis. Lutakastið til HM-endaspælið verður í dag
Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix  
 
22.05.2025 - 09:41

Í dag verður greitt, hvørjum føroyska hondbóltslandsliðið við kvinnum skal spæla ímóti í HM-endaspælinum, sum verður í Hollandi og Týsklandi í vetur.

Lutakastið verður klokkan 17.00 seinnapartin.

Føroyar eru í styrkisbólki 3, og longu nú er avgjørt, at føroyingarnir skulu spæla ímóti Montenegro úr ovasta styrkisbólki. Dystirnir hjá Føroyum í bólkaspælinum vera í býnum Trier, sum liggur vestarlaga í Týsklandi nær við markið til Luksemborg. 

Sostatt skulu mótstøðuliðini úr bólki 2 og 4 finnast. 

 


Maria Pálsdóttir Nólsoy og Pernille Brandenborg verja ímóti Danmark til EM-endaspælið í Sveis. Føroyar kunnu ikki koma í bólk saman við Danmark hesa ferð. (Mynd: Liselotte Sabroe/RitzauScanpix)

 

Kenningar í næstovasta bólki

Pólland, Brasil, Serbia, Rumenia, Sveis, Spania, Eysturríki og Angola eru í næstovasta styrkisbólki. Ilt er at taka dagar ímillum hesi liðini, men Føroyar vóru nær við at fáa eitt gott úrslit ímóti Sveis í fyrsta dystinum í EM-endaspælinum síðsta vetur. 

Rumenia og Eysturríki hava eisini vunnið á Føroyum í tjúgunum, men føroyska liðið er ment nógv síðstu árini, og tí er ivasamt, hvørjar - um nakrar - niðurstøður kunnu gerast út frá hesum úrslitunum.

 

Spennandi møguleikar í bólki 4

Nógv meira kalla eksotisk lond eru í bólki fýra. Londini í niðasta styrkisbólkinum eru Egyptaland, Uruguay, Kasakstan, Paraguei, Iran, Kuba, Kina og Kroatia. Føroyar hava góð minni frá søguliga EM-javnleikinum ímóti Kroatia, men hetta er kortini liðið, sum helst ikki skal koma úr pottinum saman við Føroyum. Trý lið koma víðari úr hvørjum bólki til HM-endaspælið, og tí kann eitt heppi lutakast geva føroyingunum góðan møguleika. Eydnast tað at spæla seg víðari, skulu Føroyar í miðumfarið, sum verður í Dortmund.

 


Føroyar vóru flúgvandi í heimadystinum ímóti Litava, og stórsigurin við Tjarnir tryggjaði føroysku kvinnunum HM-plássið. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. apríl
Vikugesturin: Tá ið trúgvin er alt
207241
Leygardag 18. apríl
Vikan 18. apríl 2026
207239
Leygardag 18. apríl
Morgunlestur leygardagur 18.apríl 2026
207025
Fríggjadag 17. apríl
Vikuskiftið 17 apríl 2026
207228
Fríggjadag 17. apríl
LEITISSTEIN 17.04.2026 (Greta Svabo Bech)
207223
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118