Jóan Símun er frávaldur – men ikki kasseraður

Jóan Símun er frávaldur – men ikki kasseraður
- Eg virði avgerðina og eri tøkur í framtíðini, sigur Jóan Símun Edmundsson, sum er frávaldur fyri triðju ferð
Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen/KVF  
 
26.05.2025 - 12:18

Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari, hevur í dag úttikið 23 mans til venjingardystin móti Georgia á útivølli 5. juni og HM-undankappingardystin móti Gibraltar á Tórsvølli 9. juni.

Tað vóru tríggjar broytingar í hópinum í mun til seinast. Patrik Johannesen, Jákup B. Andreasen og Daniel Johansen eru nýggir, meðan Meinhard E. Olsen, Arnbjørn Svensson og Géza Dávid Turi eru valdir frá vegna skaðar og vantandi spælitíð.

Ein, sum ikki er sloppin upp í part hjá nýggja landsliðsvenjaranum, er Jóan Símun Edmundsson. 33 ára gamli toftamaðurin er frávaldur tríggjar ferðir. Hann spælir í løtuni við KA Akureyri í Íslandi.

 - Sjálvandi er Jóan Símun upp á tal á landsliðnum, men vit meta um hópin og áleypararnar hvørja ferð. Vit hava eisini hugt at Jóan Símuni nú, men vit hava valt nakrar spælarar, sum hava nógv mál í sær – og nógv málstig, sigur Eyðun Klakstein við Kringvarpið.

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

Ikki vrakaður

Jóan Símun Edmundsson hevur spælt 93 landsdystir og manglar bara tveir dystir í at tangera metið hjá Fróða Benjaminsen. Hann hevði verið á gáttini til landsdyst nummar 100, um hann hevði spælt allar dystirnar undir Eyðuni Klakstein. Spurningurin er, um landsliðsvenjarin heldur, at toftamaðurin hevur spælt sín seinasta landsdyst

 - Ikki um tað er upp til mín.  Eg havi framvegis Jóan Símun í huga og í tonkunum. Tað handlar eitt sindur um form, og hvat vit hava brúk fyri og so víðari. Hann er ikki kasseraður hjá mær, men tað er rætt, at hann er ikki valdur tær seinastu ferðirnar, sigur Eyðun Klakstein og leggur afturat:

 - Í løtuni eru nógvir spælarar, sum skjóta mál, tøkir. Tað kann væl verða, at hann fær metið, og hann er upp á tal, men vit taka ikki spælarar ikki út fyri teirra egnu skyld, men fyri landsliðið. Kemur hann ordiliga í gongd í Íslandi og kanska byrjar at skjóta mál, so er hann upp á tal.

 

Virðir avgerðina

Sjálvur er Jóan Símun Edmundsson vónbrotin av, at hann ikki er á landsliðnum. Hann er ikki heilt samdur í grundgevingunum, sum hann fekk farna heyst, men hann er til reiðar, um boð verða eftir honum aftur.

 - Eg havi verið heppin, at Brian Kerr, Lars Olsen og Håkan Ericson hava hugt mín veg. Eg hevði sjálvandi ynskt at verið við og føli, at eg kundi givið liðnum nakað. Eg havi bara tosað við Eyðun eina ferð. Tað var í fjør, har hann grundgav fyri, hví hann ikki úttók meg. Eg var ikki heilt samdur í grundgevingunum, men eg virði hansara avgerð og eri tøkur, um tað er brúk fyri mær í framrtíðini, sigur Jóan Símun Edmundsson.

 

Georgia - Føroyar
Hósdagin 5. juni klokkan 18:00 í Tblisi, Georgia (venjingardystur)

Føroyar – Gibraltar
Mánadagin 9. juni klokkan 19:45 á Tórsvølli (HM 2026 undankappingardystur)

 

Hópurin:

Málverjar
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Ari í Haraldstovu Petersen, 07 Vestur
Mattias Heðinsson Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)

Verjuspælarar
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Samuel Chukwudi, SJK Seinäjoki (Finnland)
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Daniel Johansen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík

Miðvallarspælarar
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Brandur Hendriksson Olsen, NSÍ Runavík
Hanus Sørensen, NK Celje (Slovenia)
Hallur Hansson, KÍ Klaksvík
Noah Hans Mneney, HB Tórshavn
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Árni Frederiksberg, KÍ Klaksvík
Poul Kallsberg, Víkingur

Álopsspælarar
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík
Patrik Johannesen, KÍ Klaksvík

Venjari
Eyðun Klakstein

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193101
Týsdag 10. juni
Veðrið
193072
Sunnudag 8. juni
Andakt við Bergi Debes Joensen
192984
Sunnudag 8. juni
Guðstænasta úr Havnar kirkju
192979